Sjónleikur á Tjóðsavninum um páskirnar
Um páskirnar verður aftur møguleiki at uppliva sjónleik á Tjóðsavninum. MÚSIN OG TÝSKARIN er ein skemtiligur og søguligur...
Innsent
26. mars 2018 kl. 14:25
Um páskirnar verður aftur møguleiki at uppliva sjónleik á Tjóðsavninum. MÚSIN OG TÝSKARIN er ein skemtiligur og søguligur sjónleikur fyri skúlabørn og vaksin. Sóley Danielsen hevur skrivað og spælir leikin á Tjóðsavninum, í rúminum har Kirkjubøstólarnir standa. Leikurin varð fyrstu ferð sýndur í sambandi við Heystfagnaðin 2017. Í miðøldini ynsktu bisparnir Erlendur (músin) og Jóhannes (týskarin) at byggja flottastu og størstu kirkjuna - hana, sum vit í dag kenna sum Múrin í Kirkjubø. Men hvat søgdu føroyingar, ið bæði skuldu byggja kirkjuna og gjalda fyri hesa ovurstóru ætlana hjá músini og týskarinum? Og bleiv kirkjan nakrantíð liðug? Sýningar verða skírisdag 29. mars kl. 15 og 16.30 og annan páskadag 2. apríl kl. 15 og 16.30. Framsýningin hjá Tjóðsavninum í Brekkutúni er eisini opin hesar dagar. Ókeypis atgongumerki fáast við dyrnar, men avmarkað pláss er til sýninarnar. Vaksin sleppa við, við at gjalda gjalda vanligt atgongugjald til Tjóðsavnið. www.tjodsavnid.fo