Sjómanskvinnuringarnir savnast í Leguhúsinum í Nesvík
Í kvøld, týskvøldið 4. oktober klokkan 19.30, savnast sjómanskvinnuringarnir í Vágum, Streymoy, Eysturoy
og í Norðoyggjum í Leguhúsinum í Nesvík
Tíðindaskriv
4. oktober 2022 kl. 12:54
Tað er altíð hugaligt og spennandi tá fleiri ringar hittast um felags arbeiði.
Á skránni verður felagssangur, har Argjakórið fer at syngja og Símun P. Jacobsen hevur andakt.
Síðan fer Frants Jensen og greiða frá føroyskari sjómansmissión í Íslandi gjøgnum 100 ár og Torleif Johannesen fer at greiða frá nýggju bókini: “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar”.
Høvið verður at keypa bókina og at geva eina gávu til Sjómansmissiónina.
Aftaná verður drekka og hugni.
Øll eru vælkomin.