Sjey ítróttargreinar fáa hálvaaðru millión í úrvalsstuðli

Nevndin í Úrvali hevur í ár játtað 14 umsóknum og sjey ítróttargreinum 1,575.000 krónur í stuðli til úrvalsítrótt í 2023

Styrkisamband Føroya fær í ár úrvalsstuðul fyri fyrstu ferð. Savnsmynd
Steinar Patursson
4. januar 2023 kl. 16:21

Nevndin í Úrvali hevur í ár játtað 14 umsóknum og sjey ítróttargreinum 1,575.000 krónur í stuðli til úrvalsítrótt í 2023.

Úrval skal á hvørjum ári gera av, hvussu stuðulin til úrvalsítrótt skal latast, og í ár verður stuðulin latin til 11 einstaklingar og trý lið, sum umboða sjey ymiskar ítróttargreinar.

- Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, at føroyskur ítróttur sum heild er í stórari menning, sigur nevndin í Úrvali og vísir á, at av teimum sjey ítróttargreinunum er Styrkissamband Føroya umboðað fyri fyrstu ferð.

- Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur nevndin í Úrvali.

Tilsamans komu inn 28 umsóknir um úrvalsstuðul í 2023, og søkt varð um tilsamans fimm milliónur krónur.

Í nevndini hjá Úrvali sita: Rangar Joensen, formaður, Johanna á Bergi, Katrin Olsen, Páll Isholm, Rannvá Sólheim. Petur Mittún er skrivari.

Hesar vóru játtaðu umsóknirnar í ár: