Einki er sum ein góður hagatúrur, serliga tá veðrið er gott. Tá náttúran er so nær at okkum, kann tað vera skjótt at gloyma, at tað ikki er vandaleyst at ferðast í náttúruni, og tí er altíð skilagott at fyrireika seg væl. Eini góð ráð eru at altíð halda seg til gøturnar, og fylgja varðum ella øðrum frámerkjum. Um mjørki kemur á tykkum, so gangi ikki víðari, men seti tykkum heldur at bíða. Minst eisini altíð til at siga frá, hvar tit fara og nær tit ætla at vera aftur.
Vit mugu eisini minnast til, at náttúran er viðkvom, og tí skal farast skynsamt um. Ansið eftir ikki at órógva tað, sum livir í náttúruni, og berið altíð rusk heim við tykkum aftur.
Her hava vit savnað nøkur hent ráð til, hvat skal við í ryggsekkin, tá farið verður í náttúruna.
1. Vatn, matpakki og okkurt søtt
Tað er snilt at hava vætu og okkurt etandi við sær, bæði fyri hugna, men eisini um tað skuldi hent seg, at tit vera burtur longri enn ætlað. Eisini er skilagott at hava okkurt søtt við sær, skuldi tað hent seg, at onkur kom til skaða ella verður illa fyri. Eitt nú sjokoláta er góð um ein fær krampa, lágt blóðsukur ella hevur brúk fyri orku.
2. Heit klæði
Latið tykkum altíð í eftir verðinum. Ein góð leiðbeining er heldur ov nógv enn ov lítið. Latið tykkum tí heldur í fleiri tunn løg og verið í ull innast. Ansið eftir “hálum klæðum” við tilfari úr eitt nú nylon, regnklæðir og hálar skógvar.
3. Sólkrem og sólbrillur
Hóast vit ikki altíð halda tað vera neyðugt við sólkremi, er skynsamt at smyrja seg inn. Føroyska sólin er sterk og kann brenna, eisini tá hon ikki er frammi.
4. Knív, bandstubbi og posi
Knívur er eitt hent amboð at hava uppi á sær, tá ið gingið verður í haganum. Tað er eisini eitt gott hugskot at hava ein stubba av bandi liggjandi í taskuni – hann fyllur lítið, men hevur nógvar hentleikar. Ein posi er góður at hava til at bera rusk og lesull heimvið.
5. 1. Hjálpartaska
Tað er altíð gott at hava eina lítla 1. hjálpartasku liggjandi í taskuni við teimum neyðugastu tingunum – plástri, reinsilappum og einari forbinding.
6. Telefon
Um ein ynskir ein friðarligan túr uttan órógv, er altíð møguligt at sløkkja telefonina, men hav hana kortini við í taskuni, um tørvur er á at ringja eftir hjálp. Eisini er tað snilt at hava ein orkubanka við sær, um telefonin hevur tørv á at løðast.
7. Lummaøskubikar
Stubbar og snúsposar skulu ikki tveitast í náttúruna, men tað luktar illa at goyma hesi í lummanum. Lummaøskubikarið fyllir lítið í taskuni, men ger stóran mun fyri umhvørvið.