Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur gjørt ikki færri enn sjey broytingar í start 11 undan dystinum móti Norðurmakedónia, samanborið við liðið, sum byrjaði í EM-undankappingardystinum móti Moldova fyri trimum døgum síðani.
Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuna manna Hanus Sørensen, Heini Vatnsdal, Rógvi Baldvinsson, og liðskiparin, Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum vera Rene Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Stefan Radosavljevic og Ári Mohr Jónsson, og fremsti maður verður Pætur Petersen.
Á bonkinum sita Mattias Heðinsson Lamhauge, Bjarti Vitalis Mørk, Andrias Edmundsson, Daniel Johansen, Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø, Gilli Sørensen, Noah Mneney, Mads Boe Mikkelsen, Meinhard Egilsson Olsen, Patrik Johannesen, Klæmint Andrasson Olsen og Páll Klettskarð.
Venjingardysturin millum Norðurmakedónia og Føroyar verður floytaður í gongd klokkan 18 lokala tíð í Skopje, sum er klokkan 17 í Føroyum.
Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo