Sjey bilførarar tiknir á sama vegastrekki

Allir fingu bót, men seks fingu eisini klipp - og hjá tí eina var upp aftur verri

Áki Bertholdsen
1. november 2023 kl. 08:30

Í gjár var løgreglan á ferð í Eysturoynni við tí endamáli at kanna ferðsluna. Í hesum føri kannaðu tey, hvussu skjótt bilarnir koyrdu á einum strekki í Saltangará, har tað bara er loyvt at koyra 30.

Tá ið hámarksferðin er enn meiri avmarkað enn tað vanliga, skal nógv minni til, áðrenn bilførarar fáa klipp í koyrikortið, ella at teir missa tað.

Tá ið hámarksferðin er avmarkað til 30, fáa bilførar longu klipp í koyrikortið tá ið teir koyra 46 kilometrar um tíman, og koyra teir 51 kilometrar um tíman, missa teir koyrikortið treytað. Tann, sum koyrir 71 kilometrar um tíman, missur koyrikortið treytaleyst.

Í gjár vórðu sjey bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt á hesum vegastrekkinum í Saltangará, har tað bara er loyvt at koyra 30. 

Teir fingi allir bót, men seks bilførarar fingu eisini klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt ímillum 46 og 50 kilometrar um tíman. 

Men hjá tí eina bilføraranum var upp aftur veri, tí hann missur eisini koyrikortið treytað fyri at koyra næstan 60 kilometrar um tíman.  

Sostatt má hann taka tað umaftur, annars missur hann tað heilt.

Teir fáa eisini allir eina bót upp á 3.500 - 5.000 krónur í part, alt eftir akkurát, hvussu skjótt hvør einstakur av teimum koyrdu.