Sjey bilførarar fingu klipp í koyrikortið

Tað var bæði fyri at koyra alt ov skjótt, og fyri at brúka fartelefon

Áki Bertholdsen
27. juni 2024 kl. 07:55

Í gjár vóru ferðslukanningar gjørdar fleiri staðni í landinum og har vórðu seks bilførarar tiknir fyri at koyra alt ov skjótt.

Millum Fjarða, har tað er loyvt at koyra 80, varð ein bilførari tikin fyri at koyra 105 kilometrar um tíman og í bygdum øki í Søldafjørði, har tað er loyvt at koyra 50, fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at koyra 78 kilometrar um tíman.

Eisini í Saltangará, har tað er loyvt at koyra 50, fingu tríggir bilførarar klipp fyri at koyra nakrar og 70 kilometrar um tíman. Teir fáa allir eisini eina bót.

Og í nátt var løgreglan eisini í Hovstunlinum og kannaði ferðsluna og har varð ein bilur tikin fyri at koyra 108 kilometrar um tíman og hann fekk eisini klipp í koyrikortið. umframt 2.000 krónur í bót.

Og í Eysturoynni fekk ein bilførari harafturat 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi.