Sjálvsagt skal umhvørvið raðfestast

Vit í Fólkaflokkinum góðtaka ikki ein umhvørvispolitikk, har størri byrðar verða lagdar á borgarar og vinnuna.

Birgir Nielsen 
11. oktober 2024 kl. 12:30

Tó vilja vit stuðla øllum ætlanum, sum snúgva seg um at varðveita og betra um grøn øki í kommununi.

Eitt nú ynskja vit, at vøkur grøn øki verða teknaði inn í nýggj íbúðarøki í allari kommununi. Harafturat skulu ætlanir við lendisgøtum halda fram í kommununi.

Hetta skapar trivnað fyri familjuna.

 

Tú kanst stuðla mær í hesum við at seta krossin við meg á kommunuvalinum 12.november.

 

Birgir Nielsen 

Býráðslimur og valevni fyri Fólkaflokkin til Tórshavnar býráð