Ongi úrslit

Sjálvboðin bjarga Varðagøtuna

Sjálvboðin úr allari verðini hava nú í tveir dagar arbeitt við, at røkta bygdagøtuna millum Vatnsoyrar og Miðvág

Tíðindaskriv
25. sepember 2021 kl. 16:31

Seinastu trý árini, hevur átakið Closed for Maintenance hjá Visit Faroe Islands arbeitt við at røkja partar av føroysku náttúruni. Tað er Visit Faroe Islands, ið samstarvar við ymiskar kommunur og kunningarstovur, ið skipa fyri átøkum kring landið. Ein av teimum, ið ger størsta munin er menningarstovan Visit Vágar, ið er partur av Vága kommunu. Tey standa fyri samskipanini av verkætlanini við stuðli frá kommununi.

Arbeiðið, ið hevur verið á skrá hjá Vága kommunu í ár var, at røkja bygdagøtuna millum Vatnsoyrar og Miðvág. Tey sjálvbodnu, ið hava verið partur av verkætlanini, koma frá allari verðini, bæði Kekkia, Spania, Portugal, Norra og Danmark. Millum annað var vatn drenað frá gøtuni, og stórir skaðar í lendinum eru nú hampaðir. Stóru dentur var lagdur á at fullgera arbeiðið, uttan at skaða náttúruna. Mest møguligt tilfar, ið var nýtt, hevur verið brúkt áður.

Arbeitt hevur nú verið í tveir dagar. Ímeðan sjálvbodnu gestirnir hava verið í Føroyum, hava tey búð á Gamla Hotellinum í Miðvági. Fyrrapartin í dag, var Bjarni Prior, ið er borgarstjóri í Vága Kommunu, og heilsaði uppá arbeiðsfólkið og skoðaði endaliga verkið. Borgarstjórin takkaði teimum fyri stóra arbeiðið, ið tey hava fullgjørt hesar báðar dagarnar. 

Gøtan eftir vørðunum er til stóra gleði fyri fleiri partar. Hon verður bæði nógv nýtt av gongufólki og fólki á hestabaki. Orsaka av hesum, er tað ógvuliga undurfult, at hava fingið ein stóran part røktan.

Borgarstjórin vónar, at síggja tey aftur til Closed for Maintenance og framtíðarvirksemið av bygdagøtuni.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11