Sjálfstæðisflokkurin misti fimm sessir

Sjálvstæðisflokkurin er framvegis støtsti flokkur í Íslandi, men nú við 16 tinglimum í mun til teir 21, sum flokkurin hevði...

Leif Láadal
29. oktober 2017 kl. 14:07

Sjálvstæðisflokkurin er framvegis støtsti flokkur í Íslandi, men nú við 16 tinglimum í mun til teir 21, sum flokkurin hevði undan valinum í gjár. Sjálvstæðisflokkurin fekk 25,25 prosent av atkvøðunum, ein afturgongd á 3,75 prosent.

Vinstrigrøni er næststórstur. Flokkurin evur nú 11 tinglimi í mun til 10 eftir valið í fjør.

Piratarnir mistu fýra av sínum 10 tinglimur, meðan Framsóknarflokkurin varðveittu sínar 8 tinglimir. Miðflokkurin er nýggjur á í Altinginum. Hann fekk sjey tinglimir í gjár.

201.777 íslendingar vóru á vali. Tað er ein vallutøka upp á 81,21 prosent.

 Kelda: RUV