Sjáldsamur nýggjur filmur fær vaksnar menn at gráta

"Ready Player One" er so nostalgiskur, at tað fær ein at tára, sigur ummælarin hjá DR, Jakob Stegelmann...

Alda Nielsdóttir
29. mars 2018 kl. 19:48

"Ready Player One" er so nostalgiskur, at tað fær ein at tára, sigur ummælarin hjá DR, Jakob Stegelmann.

Filmurin hjá Steven Spielberg (mynd), "Ready Player One" er bygdur á bestseljandi bókina hjá Ernest Cline, ið varð givin út í 2011, og sambært Jakob Stegelmann er hann so nostalgiskur, at tað fær ein vaksnan mann at tára.

Filmurin gongur fyri seg í einari framtíð, har menniskju liva ein part av tilveruni í einum virtual reality spæli.

Hóast filmurin gongur fyri seg í ár 2045, er filmurin fullur av tilvísingum til 80ini og 90ini.

Frá spølum, teknisøgum, filmum og sjónvarpsrøðum, bæði sum lítlar detaljur og týðandi partar av søguni. Filmurin vísir m.a. aftur til filmin "Back to the Future" og "Batman".

"Tað er rørandi. Ein øgiliga nostalgisk framtíð," heldur Jakob Stegelmann, ið lýsir "Ready Player One" sum "eitt virtuelt reality ævintýr fyri alla familjuna".

Einasti trupulleikin, heldur hann, vera tey í biografsalinum, ið fara at varnast allar tilvísingarnar og ikki fara at klára at halda munn, meðan filmurin koyrir. Hann mælir til, at man bíðar við at fortelja hinum um allar tær tilvísinagarnar, man kennir aftur, til filmurin er komin út á blueray.

Filmcompagniet sigur soleiðis um filmin:

Filmurin gongur fyri seg í 2045, har fólk hava funnið friðskjól frá veruleikanum í OASIS, ein virtuellur heimur, skapað av James Halliday. Tá Halliday doyr, leggur hann allar pengar sínar eftir til tann fyrsta persónin, ið finnur eitt talgilt "páskaregg", sum hann hevur goymt onkustaðni í OASIS. Hetta setur eina kapping ígongd millum fólk kring allan heimin. Tá ungi Wade Watts ger av at luttaka í kappingini, verður hann hálaður inn í eina lívshættisliga og veruleikafjara skattaveiðu gjøgnum ein framúrskarandi, vandamiklan, og gátufullan heim.

Filmurin verður frumsýndur í kvøld.