Hetta vikuskiftið hevur verið sjáldsama friðarligt. Løgreglan hevur verið við í náttarlívinum, bæði síðstu nátt, og í nátt, men tey hava ikki skrivað nakað mál um nakað sum helst.
Løgreglan sigur, at nakrar fáar ferðir eru fólk komin til ilnar, men at tað leggur ein dempara á fólk, tá ið løgreglan er til staðar, so tað lagaði seg aftur, áðrenn tað var áfast.
Í nátt var veðrið heldur ikki til vildar til at vera út, so tá ið skeinkistøðini lótu aftur, var tað skjótt, at býurin var manntómur aftur, tí fólk skundaðu sær til hús. Men í nøkrum førum vóru fólk so drukkin, at løgreglan mátti hjálpa teimum at vinna húsini upp aftur.
Løgreglan nýtti eisini høvi til at kanna skeinkistøðini í Havn fyri at vita um alt var eftir forskriftunum, og tað var tað.