Teir eru við at vera klárir at spæla Í Bratislava í Slovakia.
Magne Hoseth er ikki við í KÍ ferðalagnum. Hann hevur tó sett liðið. Merkisvert er tað, at René Shaki Joensen als ikki er á listanum. Meiri væntað er tað, at hvørki Heini Vatnsdal ella Claes Philip Kronberg eru á listanum.
Luc Kassi, sum hevur verið sera stinnur í Europa í summar, eru á beinkinum saman við eitt nú Halli Hansson og Páll A. Klettskarð.
Mads Bo Mikkelsen er framrættaður í vinstru. Í fyrstu útgávuni frá UEFA í kvøld var René Shaki Joensen framrættaður í vinstru, men so var hann tikin av listanum, tí tað vísti seg, at hann var ikki førur fyri at spæla.
KÍ: Nils Jonatan Johansson – Børge Petersen, Odmar Færø, Vegard Forren – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Sivert Gussiås, Mads Bo Mikkelsen