Sissar Henrik Old: Taks í Suðuroy fer ongan veg

– Eingin ætlan er um at flyta stovnin, hvørki ítøkiliga, ella óítøkiliga

Áki Bertholdsen
26. januar 2024 kl. 13:00

Taks í Suðuroy, sum heldur til á Tvøroyri, fer ongan veg. Tað vissar Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, um.

Taks í Suðuroy skal hava nýggjan deildarleiðara og í lýsingini stendur, at fyribils er starvsstaðurin á Tvøroyri

Tí vildi Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hví starvsstaðurin er á Tvøroyri fyribils og um nøkur ætlan er at flyta Taks úr Suðuroy

Taks í Suðuroy avgreiðir umsóknir og útgjøld fyri barsilsgrunnin, samhaldsfasta og frítíðargrunnin, og deildin umsitur eisini raksturin av fleiri grunnum.

Tí undrar tað løgtingsmannin, starvsstaðurin fyribils er á Tvøroyri, tí hetta kann fáa onkran at hugsa, at ætlanin er at flyta deildina aðrastaðni.

Men Ruth Vang ger púra greitt, at Taks á Tvøroyri fer ongan veg, tí ongar sum helst ætlanir eru um at flyta Taks av oynni, hvørki ítøkiliga ella óítøkiliga.

Hon sigur, at orðingin í lýsingini er ein føst orðing, sum Taks altíð brúkar tá ið størv verða lýst leys, ella talan er um eina orðing, sum líkist hesari. Sama orðing varð brúkt herfyri, tá ið lýst varð eftir einum almennum starvi í Klaksvík.

Hetta er fyri at tryggja seg, skuldi tað verið neyðugt at gera onkrar bygnaðarbroytingar, tí so hava tey ikki læst seg fast í starvslýsingini.