Sirið stýrir nú Tjóðveldinum

Í stríðsvali við Bjørt Samuelsen vann Sirið Stenberg sessin sum forkvinna í Tjóðveldi

Jonhard Hammer
2. november 2024 kl. 14:35

So er tað greitt. Sirið Stenberg er nýggj forkvinna í Tjóðveldi. Á eykaflokstinginum, sum varð sett á middegi á Hotel Føroyum í Havn, vann Sirið Stenberg í kapping við Bjørt Samuelsen. Sirið Stenberg fekk 27 atkvøður, og Bjørt Samuelsen fekk 21 atkvøður.

Tað eru umleið hálvtannað hundrað fólk á eykaflokstinginum. Einasta mál á skrá var at velja forfólk og varaforfólk. Í fyrra førinum vóru tað tvey valevni - Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen - og í seinna førinum var tað longu undan flokstinginum greitt, at Hervør Pálsdóttir verður varaforfólk, tí hon var einasta valevni.

Sirið Stenberg er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 2001, og hon er 56 ára gomul.

Hon varð fyrstu ferð vald á ting í 2011. Hon er landsstýriskvinna á almenna- og mentamálum. Frá 2015 og til 2019 var hon landsstýriskvinna í heilsumálum.

Hetta er fyrsta ferðin, at tað er ein politikari við bústaði í Suðuroy, sum er oddafólk í Tjóðveldi.

 

Á løgtingsvalinum 8. desember í 2022 fekk Sirið Stenberg 455 perónligar atkvøður. Frammanfyri hana vóru Høgni Hoydal við 762 og Bjørt Samuelsen við 759 persónligum atkvøðum.