Seinnapartin í dag 18. oktober 2024 hevur verið hildin føðingardagur á Svangaskarði á Toftum, nú Jacob Mikal Mikkelsen fyllir 100 ár. Nógv fólk høvdu leitað sær hagar at heilsa uppá Jacob Mikal og ynskja honum til lukku. Eisini var Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum var boðin við og helt hon røðu fyri Jacob Mikali.
Niðanfyri ber til at lesa røðuna:
Góði Jacob Mikal
Hesin dagurin er ein sermerktur dagur fyri tygum og tygara kæru. Ein rættur hátíðardagur, nú tygum rundar tey 100 árini. Tað er ikki nógvum unt! Og eg má siga, at tað er mær ein stórur heiður og eg gleðist um, at fáa høvi, at heilsa tygum og tygara avvarðandi henda merkisdag. Stóra takk fyri tað.
Tó so, tygum, sum mannfólk, eru undantakið fyri at fylla 100 ár her í Føroyum. Tí hetta árið, í 2024, vórðu fráboðaðir ikki minni enn tíggju 100 ára dagar, har tygum eru einsamallur maður.
Tygum, Jacob Mikal eru føddur og uppvaksin her á Toftum. Og her hava tygum búð øll árini og hava síðani januar mánað í ár búð á Vesturskini, og trívast væl har.
Foreldrini vóru somuleiðis higani av Toftum, Jákup Mikal og Karolina Mikkelsen. Her bygdu tey barndómsheimi, har tygum saman við systkjum vuksu upp. Elst var Davina, og beint eftir hana Palma. Árið eldri enn tygum var Hans og so kom eisini Margit, at verða uppfostrað í barnaheiminum hjá tygum, eftir at hon hevði mist mammu sína av sjúka.
Sigast má, at mamma tygara má hava verið eitt satt konubrot! Lagnan var henni ikki blíð. Berandi tygum undir belti, komu boðini um, at skipið maður hennara og pápi tygara var til skips við, Anna, var farið á land út fyri Grindavík í Íslandi og hann var millum teir 17 druknaður sjómenninar. Tað var ein stór og syrgilig hending, sum rakti nógv fólk sera meint.
Hetta hava tygum eisini sjálvur sett orð á í frásøgn í ”Havið tók teir”. Mamma tygara megnaði tó at halda saman uppá húsið, var fitt í hondunum, bant og seymaði fyri fólk, vaskaði fisk og so fekk hon inntøku til húsið við at leiga sínar stovur til skúlan á Toftum. Eisini er tað so sigandi, at hon hóast einligur forsyrgjari við fýra børnum, hevði yvirskot til at taka Margit, bróðurdóttirin úr Kollafirði, til fosturs.
Og hesin sami skúlin, í stovunum í barnaheiminum, var samstundis tygara barnaskúli, so vegurin var ikki langur at fara. Eftir skúlatíð var tørvur á, at tit systkini hjálptu til. Ein av uppgávunum var at fara fara yvir á Mýrarnar eftir torvi. Bert 7 ára gamla byrjaðu tygum, Jacob Mikal, saman við beiggjanum Hans, at fara eftir torvi. Báðir høvdu tit fingið hvør sín lítlan leyp, sum passaði tykkum til støddar.
Eitt annað barndómsminni, sum serliga er at taka fram, er ein minniligan túr við barnakórinum í Havn. Vit kenna øll til, at tað altíð hevur verið sungið nógv her á Toftum, her Hans J. Højgaard hevur gingið á odda við kór sanginum.
Longu sum smádrongur luttóku tygum, Jacob Mikal, í barnakórinum, sum hendan dagin fór av Toftum tíðliga á morgni. Tit høvdu gjørt tykkum væl út við matpakka og í Tórshavn framførdu tit í Sjónleikarhúsinum, ein so sera stór uppliving fyri ta tíðina og stuttligt at minnast aftur á.
Tygum hittu Ninu og tit bæði gjørdust góð og giftust í 1949. Nina var ættað uttan av Rætt á Nesi. Saman bygdu tit hús á ytstu Heygum á Toftum og fluttu inn í hagar í 1954.
Og tit bæði vórðu ríkaði við seks børnum og eru trý tey yngstu enn á lívi.
Fyrst kom Kára, síðani Hanna og triði var Jákup, so Hansmar og Jákupa og yngst er Ragna. Abbabørnini eru 14, langabbabørnini eru 20 og oldurabbabørnini eru 6 í tali.
Og ásannast má, at eisini tit hava verið rakt av stórum missi, tá tit mistu Jákup í drukni vanlukku á Toftavatni í 1964 - 60 ár nú í ár.
Tygara yrkið varð at vera sjómaður og einans 14 ára gamalur fóru tygum Jacob Mikal, í 1939, til skips við skipinum hjá mammubeiggjanum, har leiðin gekk til Grønlands.
Sum sjómaður hava tygum eisini verið við til at skriva søgu. Tí einans 15 ára gamal í 1940, í krígstíð, vóru tygum við til at málað Merkið á bógvin á sluppuni Elsu. Hetta var eitt týðandi stig at røkka málinum at fáa viðurkent okkara Merkið. Ongin tøkk er tygum nóg stór fyri tað.
40 ára gamal valdu tygum at fara á skiparaskúla í Havn og við hesi útbúgving valdu tygum at sigla sum yvirmaður í uttanlandssigling og við fiskiskipum.
Arbeiðið tygara á landi hevur verið á flakavirkinum Nyki á Toftum, inntil tað lat aftur í kreppuni í 1990´árunum. Tá fór tygum at egna fyri onkrar útróðrarbátar.
Væl hava tygum altíð dámt at lesa. Og sum tann gudsóttandi maður tygum eru, so hevur altíð verið gingið trúfast í kirkju.
Sum frásøgumaður eru tygum sum tikin úr leikum. Vit hava hoyrt tygum siga frá í sendingini hjá bróðursoninum “Við Tórði á túri”, um heimbygdina við staðarnøvnum og søguni, so sera spennandi at lurta eftir.
Somuleiðis hava tygum verið heimildarfólk í fleiri frásagnum, har greitt verður frá gomlum upplivingum og ikki minst frá tygara langa skipslívið. Gott at fáa so týdningarmikið tilfar savna og á prent.Tað eru dýrgripir fyri bæði samtíð og framtíð.
Tí er tað heldur ikki meira enn sjálvsagt at tygum hava havt tygara føstu gongd í undirhúsinum her á Toftum. Hetta er næstan blivin ein institutuion, har ikki minst sangurin fyllir nógv og er til gleði í fleiri ymiskum høvum.
Og so er tað sjálvandi eisini ítróttin, serliga fótbólturin, sum hevur havt tygara stóra áhuga, Jacob Mikal. Altíð spentur at fylgja við.
Tygum hava havt eitt langt og ríkt lív, við upplivingum, lívsroyndum og innliti. Eg má siga, at eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tí stóra arbeiði, sum tygum, saman við tygara samtíðarfólki, hava útint. Í øllum hesum arbeiði, er stórur arvur lagdur eftir tygum, sum nútíðarsamfelagið kann heysta.
At enda fari eg at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld, Guds ríku signing, og enn einaferð hjartaliga til lukku við føðingardegnum.
Takk fyri
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum