Ongi úrslit

Sinnisbati bjóðar í samstarvi við SALT til filmframsýning og kunningartiltak

Sinnisbati vitjar Suðuroynna mikukvøldið 22. september, tá ljós verður varpað á lívið við sálarsjúku, sæð gjøgnum eyguni á teimum ið standa nær; teimum avvarðandi

Tíðindaskriv
21. sepember 2021 kl. 20:13

Í samband við at Sinnisbati í næstum fer at byrja avvarðandibólkar í Suðuroy, fyri avvarðandi at menniskjum við sálarsjúku, bjóðar felagið, í samstarv við SALT, til filmsframsýning av føroyska novellufilminum ‘’Ábyrgd’’ av Katrin Joensen-Næs.

Les eitt ummæli av filminum her: http://sinnisbati.fo/ummaeli-abyrgd-ein-filmur-um-radaloysi-vonbrot-og-longsul-eftir-at-vera-til/

Aftaná filmin verður orðaskifti og sofuprát við Katrini Joensen-Næs og Lindu Jepsen, sálarfrøðing, um týdningin av at varpa ljós á umstøðurnar hjá teimum avvarðandi, tá sálarsjúka rakar í familjuni og í nærumhvørvinum.

Linda Jepsen er løggildigur sálarfrøðingur við kliniskari viðgerðastovu á Argjum og á Tvøroyri, og hevur hon millum annað serkunnleika og royndir við avvarðandi.  Í orðaskiftinum verða sett nøkur orð á, hvussu vit á skynsaman hátt kunnu ansa eftir okkum sjálvum sum avvarðandi, samstundis sum vit eru har fyri okkara kæru, ið stríðast. Hetta, uttan at missa okkum sjálvi burtur sum avvarðandi og menniskju.

Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata fer at leiða prátið.

Høvi verður at seta spurningar umvegis SMS-boð ella við mikrofon, í salinum. Tiltakið endar eftir orðaskiftið, men høvið verður at práta við umboð frá Sinnisbata, Lindu, og at tekna seg til avvarðandibólkarnar, sum byrja seinni í heyst.

Tiltakið er ókeypis og byrjar klokkan 19 mikukvøldið 22. september í SALT á Drelnesi. 

Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, bjóðar vælkomin. Aftaná fer Katrin Joensen-Næs, leikstjóri, at innleiða sýningina av filminum.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

Í gjár kl. 13:15

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46