Í dag er val í Norðurírlandi og sambært veljarakanningunum fer tann írkst sinnaði flokkurin, Sinn Féin, at gerast sigurharrin. Sinn Féin gongur inn fyri at Norðurírland og Írland gerast ein og sama tjóð.
Sinn Féin, er ein vinstrasinnaður, katólskur og tjóðskaparflokkur. Eitt av týdingarmiklastu endamálum hjá flokkinum, er at samla Norðurírland og Írland aftur. Hesum er tann protestantiski meirilutin í Norðurírlandi ímóti.
Síðan Norðurírland var stovnað í 1921 og gjørdist partur av Bretlandi, hava einans stjórnir, ið ganga inn fyri at Norðurírland skal halda áfram at vera partur av Bretlandi havt valdið. Gert Sinn Féin størsti flokkur eftir valið, so kunnu teir tryggja sær sessin sum forsætisráðharri, fyri fyrstu ferð nakrantíð í søgu flokksins.
Sambært eini veljarakanning hjá Survation, so fær Sinn Féin 22 prosent av atkvøðunum. Hin stóri flokkurin í Norðurírlandi, Democratic Unionist Party, eisini nevndur DUP, stendur til at fáa 20 prosent av atkvøðunum. Sostatt er tætt ímillum flokkarnar.
Flokksformaðurin í dag eitur Fyrr í tíðini var Sinn Féin partur av tí politiska vonginum, sum írska uppreistrarrørslan, IRA, gekk á odda fyri. Í 1970 og 1980’inum var tað enntá ólógligt at geva politisku leiðarunum í flokkinum talitíð í bæði útvarpinum ella sjónvarpinum. Men soleiðis er tað ikki longur. Aftaná at tann sokallaða Langafríggjadagssáttmálin var undirskrivaður í 1998, er Sinn Féin vaksin so mikið nógv, at hann í undanfarna valið gjørdist næststørsti flokkur. Forkvinnan í flokkinum eitur Mary Lou McDonald og hon kann gerast forsætisráðfrú í næstum.