Mynd: ki.fo
Símun skrivar undir nýggjan sáttmála
Ungi verjuspælarin verður í barndómsfelagnum í hvussu so er í tvey ár aftrat
Jóannes Hansen
16. september 2023 kl. 16:49
Símun Kalsø hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið KÍ.
Tað veit ki.fo at siga í dag. Símun Kalsø er vongverji og miðverji. Eldru brøður hansara, Steffan og Sørmundur, vóru í síni tíð á besta KÍ liðnum.
Sambært faroesoccer.com hevur Símun Kalsø verið við í sjey landskappingardystum í bestu deildini, í einum dysti um løgmanssteypið og tveimum stórsteypadystum. 20 ára gamli Símun hevur í summar verið partur av Europahópinum hjá KÍ.
Sáttmálin millum Símun Kalsø og KÍ er galdandi fram til 2026, veit ki.fo at siga.