Ongi úrslit

Símun eigur nú heimavøll í Hólmanum

21 ári gamli klaksvíkingurin fer at styrkja um verjupartin hjá EB/Streymi

ebstreymur.fo
9. januar 2025 kl. 19:03

EB/Streymur skrivar soleiðis á heimasíðu síni í kvøld:

EB/Streymur og KÍ eru samd um eina leiguavtalu, sum knýtir Símun Kalsø til EB/Streym komandi kappingarár.

21 ári gamli klaksvíkingurin kemur at styrkja um verjupartin hjá EB/Streymi. Símun kann spæla fleiri pláss í verjuni og hevur longu havt sínar fyrstu venjingar í felagnum. Hann var nevniliga við til fyrstu felagsvenjingina tann 4. Januar, og sær út til at vera væl fyri.

Sterki verjuleikarin hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í KÍ, og hevur umframt bardómsfelagið eisini umboðað ÍF, sum hann var útleigaður til í seinni hálvu farna kappingarár. Símun hevur leikt 20 dystir í Betrideildini og 69 dystir í 1. deild.  

Símun Kalsø gleðir seg til tíðina í EB/Streymi, “Eg eri spentur og uppsettur til nýggju avbjóðingina í EB/Streymi, og at uppliva góða felagsskapin kring liðið” sigur hann við heimasíðuna hjá EB/Streymi.

“Símun hevur sína styrki í verjuspælinum. Hann kann bæði spæla í miðverjuni og á bakkinum. Hann er fysiskt sera væl fyri og gevur seg altíð 100%” sigur Sigfríður Clementsen høvusðvenjari.

Vit í EB/Streymi bjóða Símun vælkomnan til felagið og gleða okkum til at síggja hann í blá svørtu blusuni, skrivar EB/Streymur í kvøld.

 

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

28. desember 2025 kl. 22:00

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

Í gjár kl. 15:38

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember 2025 kl. 09:48

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember 2025 kl. 12:10

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

21 tímar síðan