Í kvøld tryggjaðu H71 menninir sær FM heitið. Fyrr í vár vunnu teir steypakappingina, og harvið hevur H71 vunnið tvær greipur – bæði í manshonsbólti og kvinnuhondbólti. Úrslitið í fjórðu FM finaluni ímóti VÍF var 25 – 21 eftir hálvleiksstøðuna 13 – 12.
Fyri trimum árum síðani tók Simon Olsen við sum venjari hjá H71 monnunum. Umframt at venja mansliðið hevði hann ábyrgdina av menningararbeiðnum í barna- og ungdómsdeildini.
Úrslitini hava verið framúr. Undir leiðslu av Simon Olsen hava H71 menninir vunnið FM í 2022 og 2023 og steypakappingina í 2021, 2022 og 2023. Í vetur tók hann eisini við venjarastarvinum hjá H71 kvinnunum, sum eisini vunnu bæði steypakappingina og FM.
Harvið fer Simon Olsen av landinum við fýra gull krónum í fremstu deildunum um hálsin – tvær FM gullkrónur og tvær steypagullkrónur.
-Eg eri sera takksamur fyri hesi trý árini í Føroyum. Tá ið eg hyggi aftur á tey, má eg siga, at hetta hava verið nøkur av teimum bestu árunum í mínum lív, sigur H71 venjarin, sum nú flytur aftur til Danmarkar, har hann verður venjari í Randers.
Simon Olsen var bara 26 ára gamal, tá ið hann saman við konu og børnum flutti til Føroya, so hann man eiga nógv góð ár eftir sum venjari. Hvat støði hann fer at røkka, fer tíðin at vísa. Úrslitini í Føroyum tala fyri seg sjálvi.
-Eg eri hugtikin av øllum teimum sjálvbodni, sum gera mun. Eg eri hugtikin av felagnum, har tað er stórur felagsskapur og gott samanhald, og eg eri hugtikin av teimum ágrýtnu spælarunum frá teimum elstu til tey yngstu. Og tað eru nógv børn í høllini uttan fyri teirra venjingartímar, sum royna at “stjala” hvønn einasta fría sentimetur til at spæla hondbólt, sigur Simon Olsen, sum í kvøld setti punktum fyri skeiðið sum venjari í H71, har hann hetta kappingarárið vann tvær greipur. Tað er søguligt úrslit, og 29 ára gamli venjarin hevur tryggjað sær glæsiligt pláss í søguni hjá H71 og føroyskum hondbólti yvirhøvur.
https://files.hsf.fo/matches/reports/1j3RQzjIffSmazvXxWvh.pdf
H71 – VÍF 25 – 21 (13 – 12)
4. FM finala
H71 FM vinnari við 3 – 1 í finalusigrum.
H71: Rói Ellefsen á Skipagøtu 7, Peter Krogh 7, Niklas H. Hanusarson 3, Rókur Ziskason 3, Bogi Hansen 3, Rúni Vest Højgaard 1, Rói Seyer Hjaltason 1
VÍF: Filip Jojic 5, Kristian Jensen 3, Magnus Müller 3, Sjúrður Olsen 2, Andrias Eriksen 2, Tróndur Johnson 1, Jóhannes Bjørgvin 1, Teitur Rúnason Nielsen 1, Philip Harper Müller 1, Hanus Christophersen 1, Hallur Arason 1