"Nú æt eg Sóljudrongur" og "Miðjørðdrongur" eru heitini á nýggju stakløgunum, sum Silvurdrongur í dag hevur latið úr hondum. Løgini eru av komandi plátuni nú æt eg eftir ánni, sum kemur út í summar.
Plátufelagið Tutl lýsir løgini soleiðis:
SÓLJUDRONGUR er eitt fleirdimensionelt lag, sum byrjar við látinum hjá útdeyða Kauaʻi fuglaslagnum og stigvíst umskapar seg við ymiskum ljóðmyndum, ið ferðast úr ró til ágrýtni til sorgblídni og aftur til illsinni.
MIÐJØRÐDRONGUR heiðrar Niels Midjord, sála, við fleiri samplingum úr tónleiki hjá fuglfirðinginum. Tað er eitt andaligt lag um hydrogenatomir og bønarsang, sum ferðast við títtum rytmum og eksploderar í eitt spirituelt crescendo.
Tað er Eyðfinn B. Lamhauge, kendur frá AGGRASOPPUM, sum hevur framleitt plátuna í samstarvi við SILVURDRONGINUM. Fleiri stakløg kunnu væntast næstu mánaðirnar, áðrenn heildarútgávan verður til sølu í Tutl í juli.
Stroyma nýggju løgini hjá Silvurdrongi her.