Í novembur fara Silvurdrongur og Elvito á konsertferð í Klaksvík, Suðuroy og Nólsoy. Støð, har teir ikki hava spælt fyrr.
Silvurdrongur hevur gjørt um seg sum svartideyði og hagasóljur í Føroyum hetta seinasta árið við minnisverdum konsertum og margfeldu útgávuni Silvurbók, sum fevnir um tónleik, film og bókmentir. Silvurpláta eitur tónleikaútgávan, sum Per I. Højgaard Petersen hevur framleitt og komponerað saman við Karl Andriasi Stórá.
Nú fara silvurdreingirnir á konsertferð kring landið at vitja øll tey spælistøðini, har teir ikki fyrr hava spælt. Við sær hava teir føroyska-danska bólkin Elvito.
Lagið hjá teimum Get It On hevur verið at hoyrt í Kringvarpinum hetta seinasta árið. Tónleikurin er ein blanding millum elektroniskt og surf, og ljóðmyndin varðveitir eitt egið huglag, sum er áhugavert og eitt sindur gandakent. Limirnir í Elvito eru Bastian Lahn Petersen og Rasmus á Fríðriksmørk Borðoy, og við sær hava teir trummusláara.
Hetta er fyrstu ferð Silvurdrongur fer á konsertferð, og Trygvi Danielsen úr Silvurdrongur sigur soleiðis um konsertferðina:
- Vit hava ikki spælt í Klaksvík, Suðuroy ella Nólsoy fyrr, so vit eru sera spentir og uppsettir upp á at spæla nakrar feitar konsertir og deila góðar løtur saman við deiligum menniskjum.
Eisini sigur Rasmus á Fríðriksmørk Borðoy, limir í Elvito, soleiðis:
- Serstakliga er tað kenslan av at spæla fleiri dagar í trekk, sum gevur eina góða kenslu og ikki minst venjing, soleiðis at man kann gera enn vakrari og betri tónleik. Vit eru heilt eminent spentir til túrin.
Spurdir um, hvørjar framtíðarætlanirnar og -vónirnar eru, sigur Trygvi soleiðis:
- Framtíðarætlaninar eru at gera meira og betri tónleik, og tað verður ikki leingi, áðrenn tað verður veruleiki.
Rasmus á Fríðriksmørk Borðoy sigur somuleiðis:
- Elvito vónar at kunna fáa viðgang á tónleikaleiðini hjá teimum.
Konsertirnar verða spældar soleiðis:
21/11 Tøting, Syðrugøta. Atgongumerkir kunnu keypast her
22/11 Maggie's, Nólsoy. Atgongumerkir kunnu keypast her
23/11 Salt, Drelnes. Atgongumerkir kunnu keypast her
24/11 Spaniastova, Klaksvík. Atgongumerkir kunnu keypast her
Eitt podcast er gjørt, ið kallast Silvurprát. Her práta Trygvi og Rasmus millum annað um upplivingar, teir hava havt, tá teir fyrr hava upptraðka. Tað kann hoyrast her