Silvio Berlusconi bleiv føddur tann 29. september 1936 í Milano í Lombardínum í norðuritalia. Hann var tann elsti av trimum systkjum, og vóru tey umframt hann sjálvan systirin Maria Francesca Antonietta, fødd í 1943, og beiggin Paolo, føddur í 1949. Eftir fólkaskúla og miðnámsskúla las hann løgfrøði við lærda háskúlan í Milano, har hann fekk embætisprógv í 1961. Longu sum ungur elskaði hann at vera í miðdepilinum – in the spotlight – og hevur hann roynt seg sum bæði kontrabassistur í bólki, og ikki minst, sum croonara umborð á ymsum cruiseskipum í Miðjarðarhavinum og har um leiðir. Her legði hann lunnar undir tann persónliga litríka stílin, sum skuldi gerast hansara vørumerki restin av lívinum – bæði í vinnulívi og ikki minst í politikki.
Byggimatadorur, miðlavaldsharri og fótbóltsliðeigari
Síðst í 1960’unum flytur Berlusconi seg frá lættisoppa undirhaldsídnaðinum, og yvir í meiri siðbunda vinnulívið. Hann byrjar í byggivinnuni, og er við til at byggja Milano 2, eitt risastórt íbúðarøki skamt uttanfyri Milano, sum hevur 4.000 íbúðir og er mest at líkna við ein nýggjan lítlan bý. Í 1973 víðkar hann sítt vinnulívsvirksemi yvir í fylgisveinasjónvarpsídnaðin. Hann byrjar við einari lítlari fyritøku nevnd TeleMilano. TeleMilano var tann fyrsta privata italska sjónvarpsrásin, og hon bleiv hon seinni til rásina Canale 5, sum var fyrsta privata italska sjónvarpsstøðin, sum sendi kring alt Italia.
Í 1978 setti Berlusconi á stovn miðlasamtakið Fininvest. Sum partar av miðlasamtakinum blivu Canale 5, Italia 1 og Rete 4. Hann rendi seg tó skjótt í trupulleikar við RAI. RAI var almenna italienska kringvarpssamtakið, og hevði sum slíkt tá í tíðini einkarrætt at senda landsfevnandi í Italia. Tann 16. oktober 1984 komu tríggir ymsir dómstólar – í Torino, Pescara og Rom – fram til, at einans RAI hevði rætt til at senda landsfevnandi kringvarp í Italia. Berlusconi átti tó góðar vinir. Ein av hesum var Bettino Craxi, sum var formaður í Sosialistiska flokkinum í Italia, og harumframt forsætisráðharri í Italia um hetta mundið. Bettino Craxi fekk stjórn sína at seta í gildi eina bráðfeingiskunngerð – einans fýra dagar eftir dómin móti m.a. Fininvest – sum viðførdi, at miðlasamtakið hjá Berlusconi kortini ikki bleiv ólógligt, men slapp at senda framhaldandi. Og henda møguleika, at senda kringvarp til alt Italia, dugdi Berlusconi sum fáur at gera sær dælt av.
Í 1986 gjørdi Berlusconi ikki mætari enn, at hann keypti heimskenda fótbóltsfelagið A.C. Milan, ið, sum navnið sigur, kemur úr hansara heimbýi. Hann var formaður í felagnum frá 1986 og heilt fram til 2017, tá hann fór frá, tí hann hevði valt at selja felagið víðari. Í 2012 metti víðagitna Forbes fíggjartíðarritið, at Berlusconi var 6. ríkasti maður í Italia, við einum persónligum nettovirði á 5,9 milliardir amerikanskar dollarar. Hansara ríkidømi stavar serliga frá ognum og íløgum í sjónvarpsrásir, tíðindabløð, forlagsvirksemi, biografhallum, fíggjarvirksemi, bankavirksemi, tryggingarvirksemi og ítrótti – eitt nú A.C. Milan.
Politiskt stjørnuskot og forsætisráðharri
Tað gekk skjótt fyri seg hjá Berlusconi at koma upp á ovastu rók í poltikki. Tann 18. januar 1994 bleiv flokkurin Styrki Italia (Forza Italia) stovnaður av m.a. Berlusconi. Til italska tjóðartingsvalið tann 27. mars 1994 bleiv Styrki Italia størsti flokkur, og Berlusconi, sum var forseti í flokkinum, bleiv valdur bæði í tjóðartingið, og endaði eisini við at verða valdur til forsætisráðharri í Italia. Orsøkin til, at Silvio Berlusconi valdi at fara upp í politikk, sigst vera – og hetta skal Berlusconi hava sagt sjálvur – at um hann ikki fór upp í politikk, ja so endaði hann í fongsli. Sum vinnulívsmaður var hann fleiri ferðir undir illgruna fyri ymisk ivasamt virksemi, og bleiv eisini ofta settur í samband við mafiuna í Italia og Sisilia.
Hansara fyrsta roynd sum forsætisráðharri vardi tó ikki leingi. Eftir einans 9 mánaðir í heita forsætisráðharrasessinum skrædnaði samgongan av innanhýsis kegli. Frá 17. januar 1995 og fram til 11. juni 2001 sat Berlusconi so á síðulinjuni, tá tað snýr seg um forsætisráðharrasessin, men var tó framvegis limur í Tjóðartinginum. Tann 11. juni 2001, eftir at flokkur hansara Styrki Italia aftur gerst størstur á tjóðartingsvalinum, verður Berlusconi so aftur forsætismálaráðharri. Og hesaferð hepnaðist betur.
Stjórnarmet og politiska fallið
Silvio Berlusconi situr sum forsætisráðharri alt valskeiðið, sum í Italia er fimm ár. Í hesum valskeiðinum hevði Berlusconi tó tvær ymsar stjórnir, men Berlusconi var forsætisráðharri í teimum báðum. Fyrra stjórnin hetta valskeiðið situr í knøpp fýra ár, frá 11. juni 2001 og fram til tann 23. apríl 2005, og er hetta framvegis tann stjórn, sum hevði sitið longst í søguni hjá Italsku Republikkini, sum varð stovnað í 1946. Hetta sigur eitt sindur um støðufestið í italskum politikki, ella kanska vantan upp á sama.
Tað eydnast Silvio Berlusconi og Styrki Italia at vinna sítt triðja tjóðartingsval í apríl 2008. Berlusconi gerst aftur forsætisráðharri og situr fram til 16. november 2011, tá hann verður tvungin til at siga forsætisráðharrasessin frá sær. Eitt var, at tað politiskt var byrjað at ganga av skriðuni til. Men verri var, at Berlusconi hevði eina ørgrynnu av persónsmálum móti sær, um m.a. mutur, svik og sex. Hann verður fleiri ferðir dømdur í býarrættunum, men við ymsum løgfrøðissnildum megnar hann vanliga at verða fríkendur í teimum hægru rættunum í Italia.
Løgfrøðistrupulleikar og rættarmál
Umframt at hava verið undir ein hóp av løgfrøðisákærum stóran part av sínum lívi, so hevur hann eisini verið partur av 22 rættarmálum, har endaligur dómur er sagdur. Av hesum er hann tó bert blivin dømdur í einum rættarmáli. Men hann hevur framvegis trý rættarmál koyrandi ímóti sær. Rættarmálini hava millum annað snúð seg um misbrúk av almennum embæti, ærumeiðing, avnoyðslu, geva rangan eið í rættinum, hvíttan av peningi, skattasvik, mutur til løgreglufólk, dómarar og politikkarar og fyri at hava goldið fyri kynsligt samband við kvinnu, sum tá var 17 ár.
Dømdur fyri skattasvik
Sum áður nevnt, so hevur Berlusconi bert ein dóm ímóti sær, har hann ikki megnaði at snúgva sær undan lógarinnar langa armi. Hetta var í málinum um skattasvik í Mediaset, eitt av størstu fjølmiðlasamtakunum í Italia. Hann bleiv dømdur í býarrættinum tann 26. oktober 2012, har revsingin ljóðaði á fýra ár í fongsul, umframt eitt bann móti at stilla upp til almenn val í fimm ár. Av hesum fýra árunum í fongsli verða trý ár sjálvvirkandi eftirgivin, vegna tað, at ov nógvir fangar eru í italsku fongslunum. Hetta merkti so, at fongsulsdómurin til Berlusconi í veruleikanum bert merkti fongsul í eitt ár. Dómurin bleiv kærdur til bæði landsrætt og hægstarætt. Har bleiv dómurin staðfestur, men við tí broyting, at bannið um at stilla upp til almenn val, bleiv stytt úr fimm árum niður í tvey ár.
Órinið tikið frá honum
Hóast Silvio Berlusconi nú loksins var dømdur í rættinum, so hevði dómurin ikki nakra beinleiðis ávirkan á hann. Hann var tá framvegis limur í Tjóðartinginum, og sum vanligt er í parlamentum, so hava limirnir har órin. Hetta merkir, at teir kunnu ikki setast í fongsul, so leingi teir framvegis hava hetta órin. Tann 27. november 2013 valdi italska Senatið – tingið í Italia er býtt í tvey kømur – tó at taka órinið frá Berlusconi. Og umframt at taka órinið frá honum, so valdu teir at leingja bannið móti at stilla upp til almenn val úr tveimum árum upp í seks ár. Hetta merkti bæði, at hann nú einki órin hevur í teimum trimum rættarmálunum, sum framvegis koyra ímóti honum. Og hetta merkti eisini, at hann ikki hevur møguleika at stilla upp til Tjóðartingsvalið, sum verður í Italia á várið 2018.
Afturkoma – sum áleypari ella venjari?
Hóast hann framvegis hevur trý rættarmál koyrandi ímóti sær, og hóast honum framvegis er bannað at stilla upp til almenn val í Italia, so hevur hann fyri kortum stillað politiska miðlapallin soleiðis, at hann er klárur at trína inn á hann aftur, og har gera politiska afturkomu. Hetta gjørdi hann greitt, eftir at hann nú í heyst hevur hjálpt til at ført regiónsvalstríð í Sisilia. Tað var regiónsval í Sisilia 5. november 2017, og valevnið, sum Berlusconi alment stuðlaði og rak fyri, streyk avstað við sigrinum. Regiónsvalið á Sisilia verður nú sæð sum startskotið til tjóðartingsvalið í Italia á vári 2018.
Berlusconi hevur kært avgerðina frá italska Senatinum um at leingja hansara bann fyri at stilla upp til almenn val í seks ár, til Evropeiska Mannarættindadómstólin, og har liggur málið í løtuni. Tað er tó ógvuliga ivasamt, um Evropeiska Mannarættindadómstólurin er komin til nakra niðurstøðu, áðrenn italska tjóðartingsvalið verður á vári 2018. Sjálvur hevur 81 ára gamli Silivo Berlusconi so avgjørt ikki mist mótið um at gera politiska afturkomu í Italia. Men sum hann sjálvur staðfestir, so veit hann ikki enn, um hendan politiska afturkoman verður sum politiskur áleypari ella sum politiskur venjari. Eitt er tó heilt víst – vit hava neyvan hoyrt tað síðsta frá Berlusconi í hesum máli. Ja, vit hava neyvan hoyrt tað síðsta frá Silvio Berlusconi yvirhøvur.