Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis í morgun:
Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum, sum ferðast til Uppsala í dag, har liðið skal møta Svøríki í morgin kl. 17.30.
Rakul Wardum hevur fingið ein lítlan snudd og verður hon tískil ikki við í Svøríki. Hon verður tó møguliga við til heimadystin, sunnudagin móti Íslandi. Landsliðsvenjararnir hava í hennara stað úttikið Silju Arngrímsdóttir Müller úr Neistanum. Silja er 19-ára gomul og hevur nógvar ungdómslandsdystir í skjáttuni, men er hetta hennara fyrsti A-landsdystur. Silja var ein av eyðsýndu leikarunum á U19-landsliðnum, sum stóðu seg væl í EHF Championship í summar.
Føroyar møta Svøríki á útivølli í morgin kl. 17.30, føroyska tíð og Íslandi á heimvølli, sunnudagin kl. 15.00.