Á miðlafagnaðinum á Vísindavøkuni í dag varð kunngjørt, at miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2024 verður latin Silas Olofson.
Jón Brian Hvidtfeldt, limur í dómsnevndini, segði soleiðis, tá hann avdúkaði vinaran:
”Dómsnevndin metir, at Silas Olofson á fyrimyndarligan hátt lýkur krøvini til heiðurslønina.
Hann dugir sera væl at miðla sína vitan og gransking til almenningin á ein lætt skiljandi hátt. Hann er engageraður og dugir væl at seta sína gransking inn í aktuellar støður og koma við niðurstøðum, sum gera okkum klókari um tað, sum hendir í náttúruni.
Silas Olofson er útbúgvin gudfrøðingur og hevur altíð havt serligan áhuga í fuglalívi. Hann hevur fingist nógv við fuglafrøðiligt arbeiði, bæði professionelt og sum frítíðarvirksemi. Hann brúkar nógva tíð í fjøllum og fjøru at eygleiða og avmynda fugl.
Saman við Jórun Pólsdóttir, lívfrøðingi, gav Silas í 2022 út bókaverkið ”Fuglar okkara”, har tey í teksti og myndum lýsa øll villini fuglasløg, sum eru skrásett í Føroyum. Fyri hetta bókaverkið fingu tey bæði í fjør M.A. Jacobsens heiðursløn fyri yrkisbókmentir.
Silas Olofson er av álvara vorðin landskendur seinasta árið fyri sina luttøku í sjónvarpssendingunum ”Sært tú fuglin”, har hann á livandi og smittandi hátt hevur greitt frá fuglalívinum og kveikt áhuga hjá nógvum føroyingum fyri fuglasløgum, ið búleikast í føroysku náttúruni.
Eisini í ”Fuglatáttinum” í morgunsendingini hjá Kringvarpinum hevur Silas saman við Jórun Pólsdóttir deilt út av síni stóru vitan um fugl í Føroyum.
Silas Olofson hevur í fleiri førum víst á týdningin av at verja fuglalívið í sambandi við ætlaði átøk í náttúruni. Hann hevur millum annað ávarað um neiligt árin á fuglalívið av at gera vindmyllulund í Klivaløkshaga á Sandi og um stóru ávirkanina á lundan av at lata upp aftur gøtuna ígjøgnum lundalandið í Lambanum í Mykinesi. Hesar ávaringar við støði í hollari vitan um fuglalívið í Føroyum eru við til at gera fólk meira tilvitað um náttúruna og geva myndugleikunum meira upplýst grundarlag at taka støðu á.
Í einum tilmæli, sum Granskingarráðið hevur fingið um at geva Silas Olofson miðlaheiðurslønina í ár, stendur m.a.:
”Sjónvarpssendingarnar ”Sært tú fuglin” og útvarpsinnsløgini ”Fuglatátturin” hava av álvara gjørt, at føroyingar hava fingið eyguni upp fyri fjølbroytta fuglalívinum her í Føroyum. Silas er eitt livandi leksikon, ein fyrimynd og ómetaliga dugnaligur til at greiða frá. Fyri Silas er eingin spurningur ov býttur, tí hann svarar altíð í eygnahædd.”
Síðani handaði Jón Brian Silasi heiðursskjal. Eisini fær hann 5.000 kr.
Um heiðurslønina
Heiðurslønin er í ár latin á tólvta sinni.
Heiðurslønin kann latast granskarum, miðlafólki ella øðrum, sum hava dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit.
Ein dómsnevnd við umboðum fyri Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið hevur valt, hvør skal heiðrast í ár. Í nevndini eru Jón Brian Hvidtfeldt, Ingi Heinesen Højsted og Dagmar Joensen-Næs.
Heiðurslønin er áður latin:
2012 – Dorete Bloch
2013 – Pál Weihe
2014 – Kári Sólstein
2015 – Bogi Hansen
2017 – Jens-Kjeld Jensen
2018 – Magni Mohr
2019 – Lis Mortensen
2020 – Debes Christiansen
2021 – Marnar Fríðheim Kristiansen
2022 – Maria Skaalum Petersen
2023 – Heini í Skorini