Summarið er sum altíð pakkað við festivalum, stevnum og øðrum tiltøkum. Stríðið um dagfestingarnar fyri komandi ár er longu byrjað.
Tórsfest hevur í deil-kapping á Facebook longu avdúkað dagfestingina fyri teirra tiltaki í 2025, sum verður tann 19. Juli.
Hóast G! Festivalurin ikki hevur kunngjørt nær G! Verður í 2025, munnu tey flestu vera á einum máli um, at leygardagurin Tórsfest hevur valt í 2025, er samstundis sum føroya mest progressivi festivalur plagar at vera.
- Hatta er tá vit fara at hava G! Festivalin í 2025, váttar Sigvør Laksá, stjóri í G! Festivalinum, fyri Dimmalætting.
Spurd um tey handan G! fara at flyta festivalin í Syðruøtu til eitt annað vikuskifti, nú Tórsfest er fyrst úti við lýsingini um nær teirra tónleikatiltak verður í 2025, svarar Sigvør Laksá avgjørd:
- Nei vit flyta okkum ikki. Tað er rætt at vit alment ikki hava kunngjørt nær G! verður í 2025, men hatta er dagfestingin vit plaga at hava og tað verður tað sama í 2025.
- Vit flyta okkum ikki bara tí eitt tiltak er í Havn, leggur Sigvør laksá afturat.