G! 2024 er av. Undanfarna vikuskifti var Syðrugøta karmur um eina rúgvu av konsertum og øðrum tiltøkum.
Sigvør Laksá, stjóri Í G! festivalinum, fegnast um ein góðan festival uttan nakrar trupulleikar.
- G! festivalurin í ár eydnaðist sera væl. Tað er bæði kenslan hjá okkum fyriskiparum, og afturmeldingarnar frá øllum pørtum hava verið sera góðar. Her vóru nógv glað og nøgd fólk, fleiri góðar konsertir, gott veður og ongir trupuleikar av nøkrum slag.
- Hvussu nógv fólk vóru á G! 2024?
- Her vóru upp ímóti 4000 fólk, ið keyptu vikuskiftispass og millum 1200-1500 fólk arbeiddu á festivalinum, og fingu atgongumerki afturfyri.
Fleiri stór útlendsk nøvn framførdu á G! 2024, nøkur av teimum vóru Of Monsters And Men, Specktors og Highasakite. Allar framførslurnar eydnaðust avbera væl og Gøtusandur var Stúvstappaður við fólki.
- Tær útlendsku konsertirnar eydnaðust serstakliga væl. Hjá Highasakite var nógv eyka gjørt við teknikkin og talan var um eina sera gjøgnumførda framførslu við nógvum yvirskoti, sum fólk vórðu bergtikin av.
Størsta broytingin við G! Festivalinum í ár var at Fjósið var gjørt til triðja tónleikapallin.
- Vit hava ikki havt eftirmeting av festivalinum enn, men vit hava hoyrt frá fólki, ið vóru skuffaði yvir at tey ikki kundu fara til onkra konsert í Fjósinum, tí har var ov trongt. Hetta fara vit at taka við í eftirmetingini, men annars hava konsertirnar í Fjósinum eydnast avbera væl.