Ongi úrslit

Sigur hann ætlar sær at kempa

Eftir Zelenskyj er Yermak helst tann mest kendi ukrainin í øllum heiminum í løtuni

Jóhanna Højgaard
20 tímar síðan

Andriy Yermak valdi í síðstu viku at siga upp starv sítt sum starvsfólkaleiðari hjá Zelenskyj. Hettar gjørdi hann sama dag sum ukrainskir ​​anti-korruptiónsmyndugleikar kannaðu íbúð hansara, tí hann er undir illgruna fyri mutur.

Ein vitjan á fregnartænastuni fríggjadagin hevur elvt til gitingar um, at Yermak als ikki er á veg til frontin at kempa ímótir Russlandi, sum hann annars hevur sagt at hann ætlar, men heldur møguliga er á veg at flýggja úr Ukraina.

Liberali ukrainski miðilin ZN hevur fingið at vita, at Yermak fríggjadagin var á vitjan hjá uttanríkis fregnartænastuni í Ukraina, SVR.

Oleg Ivasjtjenko sum stendur á odda fyri SVR, verður av ZN lýstur sum ein í eitt hundrað prosent stuðlar Yermak.

Sambært keldum hjá fjølmiðlunum vardi vitjanin hjá SVR í 45 minuttir.

Eftir vitjanina skal Ivasjtsjonko sambært keldum hjá ZN, hava sett seg í samband við leiðaran á eini deild sum kann hjálpa til við skjølum, sum kunnu geva Yermak ein falskan samleika.

Eftir Zelenskyj er Yermak helst tann mest kendi ukrainin í øllum heiminum, so júst hvussu SVR kundi hjálpt honum at flýggja undir følskum samleika er ógreitt.

Fyrrverandi filmsframleiðarin og nú eisini fyrrverandi starvsfólkaleiðarin, noktar seg sekan. Hann er heldur ikki skuldsettur fyri mutur enn, men ukrainskir ​​miðlar skriva, at tað er ein spurningur um tíð, áðrenn tað hendir.

Sí: DR.dk

Mest lisið hesa vikuna

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Hetta er national skomm

Í gjár kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00