Sigur einki um ES-revsitiltøk ímóti Føroyum

Danski forsætisráðharrin sigur einki um Danmark fer at fylgja eini ES samtykt á hesum øki

Anna Falkenberg fekk ikki rættiliga svar frá forsætisráðharranum
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

ES kommisiónin hevur lagt uppskot fram sum ger tað lættari at seta revsitiltøk í verk ímóti londum uttan fyri ES, sum, eftir teirra tykki, ikki hava eina burðardygga fiskivinnu. Sostatt er hetta tiltøk, sum eisini kunnu raka Føroyar.

Herfyri vísti føroyski, fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale, á, at danski matvøruráðharrin, Jacob Jensen, hevði atkvøtt blankt.

Men hann vísti eisini á, at andstøðuflokkar í Fólkatinginum vildu hava hann at taka undir við uppskotinum, tí at atlitið burðardygg fiskivinnu taldi meiri enn atlitið til Føroyar.

Í Fólkatinginum í morgum førdi hin føroyski fólkatingslimurin, Anna Falkenberg, fram, at hetta vekir ring minni um makrelstríðið fyri nøkrum árum síðani, tá í ES boykottaði Føroyar - og tá hendi eisini tað, at Danmark fylgdi ES-samtyktini og fór eisini at boykotta Føroyar so at føroysk skip ikki sluppu í danska havn.

Tí hevur hon spurt danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, hvørja støðu danska stjórnin fer at hava í hesum máli, og hon spurdi eisini, hvussu Føroyar hvat føroyingar skulu leggja í hesa ætlanina hjá ES.

– Er hetta ein ávaring til Føroyar, spurdi hon forsætisráðharran.

Men Mette Frederiksen vildi ikki rættiliga svara. Hon segði, at hon veit, hvussu stóran týdning, fiskivinnan hevur fyri Føroyska samfelagið.

Tí hevur Danmark atkvøtt blankt - og Mette Frederiksen sigur, at hetta er tað frægasta svarið hon kann geva í løtuni.