Sigur at hann varð sligin
Løgreglan sigur, at hann hevði skaðar í høvdinum
Áki Bertholdsen
13. juli 2024 kl. 11:00
Í nátt hevur løgreglan stovnað eitt mál um harðskap í Vágum. Tey siga, at talan er um ein mann, sum hevur vent sær til løgregluna at melda, at hann var sligin.
Løgreglan sigur, at maður hevur sjónligar skaðar í høvdinum og varð biðin um at fara á skaðastovuna at fáa ein lækna at kanna skaðarnar.
Løgreglan sigur, at fyribils kanna tey hetta sum eitt mál um harðskap. Seinni í dag, fer løgreglan so at gera neyðugu avhoyringarnar í málinum og úrslitið av tí verður so avgerandi um, hvussu málið verður avgreitt.