6.mai klokkan 13.00 fer Sigri M. Gaïni at verja sína ph.d.-ritgerð, sum ber heitið "Freedom of Speech, Hate Speech and Democratic Formation - On the double function of hate speech legislation and its relation to freedom of political speech"
Hetta boðar Fróðskaparsetur Føroya frá á heimasíðu sínari.
Ph.d.-verjan hjá Sigri M. Gaïni verður almenn og í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.
Ph.d.-verkætlanin er politisk-filosofisk, og Sigri M. Gaïni hevur verið innskrivað á Roskilde Universitet og Fróðskaparsetri Føroya. Vegleiðarar hennara hava verið Sune Lægaard, lektari í politiskari filosofi á Roskilde Universitet, og Hans Andrias Sølvará, professari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya.
Í metingarnevndini sita Esther Oluffa Pedersen, lektari í filosofi á Roskilde Universitet og forkvinna í nevndini, Christian F. Rostbøll, professari í stjórnmálafrøði á Københavns Universitet, og Jonas Jakobsen, lektari í filosofi á Norges Teknisk-naturvitenskapelige Universitet.
Verjan verður á enskum máli, og ph.d.-ritgerðin verður tøk á landsbókasavninum tvær vikur áðrenn verjuna.
Sí akademiska vangan hjá Sigri M. Gaïni her.
Í samandráttinum í ritgerðini skrivar Sigri M. Gaïni:
Ph.d.-ritgerðin er ein samanseting av eini innleiðslu og trimum vísindaligum greinum, sum allar eru útgivnar:
The Individual Consequences of Hate Speech – A Comparison of Defamation and Hate Speech/Group Libel (Sophia Philosophical Review, Desember 2022).
Universities and Other Institutions – not Hate Speech Laws – are a Threat to Political Speech (Etikk i Praksis, Juni 2022).
Democratic Formation as the Response to a Growing Cancel Culture (Athena - Critical Inquiries in Law, Philosophy and Globalization, Juli 2023).
Yvirskipaði spurningurin í ritgerðini er: Eiga vit at hava lógir ímóti haturstalu?
Niðurstøðan í øllum trimum greinum – og sostatt eisini yvirskipað í ritgerðini – er, at tað eiga vit.
Fyrsta greinin samanber lógir ímóti ærumeiðing við lógir ímóti haturstalu. Her verður fyrst og fremst hugt at, hvør høvuðsorsøkin til at at hava lógir ímóti ærumeiðing er, og síðani verður henda orsøk viðgjørd í sambandi við at hava lógir ímóti haturstalu.
Høvuðsorsøkin er, at ærumeiðing elvir til persónligan skaða fyri tann, sum er fyri hesum. Skaðin vísir seg m.a. sum eitt dálkað umdømi, útihýsan úr sosialum og arbeiðsrelateraðum sambondum, tunglyndi og angist.
Í greinini verður ført fram, at fólk, ið eru fyri haturstalu, í stóran mun eisini uppliva hetta slagið av skaða. Niðurstøðan er sostatt, at um ein nýtir nevnda høvuðsargumentið um skaða sum grundgeving fyri at hava lógir ímóti ærumeiðing, so eigur man eisini at tala fyri lógum ímóti haturstalu.
Onnur greinin snýr seg um vaksandi krøvini um sensur á universitetum og øðrum (privatum) stovnum í USA. USA er einasti landið í vesturheiminum, sum ikki hevur lógir ímóti haturstalu, og í greinini verður ført fram, at manglandi lóggáva á hesum øki kann hava havt ein avgerandi leiklut í sambandi við, at krøvini um sensur hava vunnið fram seinastu mongu árini. Í greinini verður m.a. ført fram, at av tí at minnilutabólkar ikki hava havt eina lóg at verja seg ímóti haturstalu, hava teir kent seg noyddar at seta krøv til útbúgvingarpláss og arbeiðspláss síni um at verða vard ímóti hesum. Hetta tykist tó at hava havt ta óhepnu avleiðing, at krøvini eru vorðin alsamt størri, og at tey eru farin alt ov langt, tá tað ræður um, hvar markið fyri talufrælsi í einum fólkaræði eigur at ganga.
Í greinini verður ført fram, at haturstalulóggáva í grundini kann verja minnilutar ímóti haturstalu og um somu tíð verja fólkaræði ímóti órímiligum krøvum um at sensurera ávísar politiskar meiningar – nakað, sum vit hava sæð alsamt meira av seinastu árini á universitetum og privatum stovnum fyrst og fremst í USA. Grundgevingin fyri, at haturstalulóggáva eisini kann verja ímóti krøvunum um sensur er, at um man hevur eina tílíka lóg at vísa á, so er lættari ikki at geva seg undir og uppfylla krøvini um sensur (sum mangan liggja uttan fyri mørkini á lóggávuni).
Triðja greinin byggir beinleiðis víðari á aðru grein og kemur við einum nýggjum argumenti í kjakinum um talufrælsi, nevniliga The Argument from Democratic Formation, ella á føroyskum, Argumentið um fólkaræðisliga myndan. Hetta argumentið byggir á grundleggjandi fólkaræðislig prinsipp so sum talufrælsi, javnrættindi og toleransu, tó kanska einamest á fólkaræðisligu fortreytina um kritiska hugsan. Argumentið um fólkaræðisliga myndan speglar sostatt grundleggjandi fólkaræðislig prinsipp og fortreytir – og vísir um somu tíð á, at um ein uppfyllir hesar fortreytir, so er ein noyddur at samansjóða argument, ið vanliga síggjast hvør sínu megin kjakið um talufrælsi og haturstalu.
Argumentið um fólkaræðisliga myndan er nevniliga úttrykk fyri, at um ein fylgir demokratiskum grundprinsippum, so má ein hava lógir ímóti haturstalu til tess at verja grundleggjandi demokratisk rættindi hjá teimum, ið hoyra til (minniluta -) bólkar, meðan man um somu tíð ikki kann góðtaka krøv um at sensurera politiska talu á universitetum og øðrum stovnum.