Signar í Homrum verður á Viðareiði

Norð Festivalurin verður leygardagin 31. august

Jonhard Hammer
26. januar 2024 kl. 19:30

Tað verður einki minni enn fantastiskt, tá Signar í Homrum við bólki sínum kemur norð til Viðareiðis 31. aug. 2024 at spæla fyri okkum. Signar, ið eigur hitt omaná hitt, sum allarflestu føroyingar kenna og kunnu syngja við til, gevur okkum uttan iva eina stóra sangløtu í fagrastu umstøðum. Vit gleða okkum í øllum førum sera nógv!

Tað er frammanundan greitt, at Terji Rasmussen, Eyðun Nolsøe, Kim Hansen og Grandma’s Basement eisini eru millum nøvnini á Norð Festivalinum 2024. Komandi tíðina fara vit at kunngera fleiri nøvn, siga tey frá Norð Festivalinum.

Norð Festivalurin verður á Viðareiði leygardagin 31. august. 2024.