Fleiri spennandi útlendsk og føroysk nøvn fara á pall á Vaglinum í Havn leygarkvøldið 21. juli, tá Tórshavnar Ítróttarráð fyri fimtu ferð skipar fyri Tórsfest. Longu nú er greitt, at Burhan G, Danny & The Veetos og Burak Yeter verða millum nøvnini. Og nú kunngera fyriskipararnir, at Signar í Homrum eisini fer at luttaka.
Signar í Homrum telist millum best umtóktu tónleikararnar í landinum í løtuni. Vit kenna hann við løgum sum ”Tað er gott at elska”, ”Mín skattur” og ”kærleikans mátt” sum nærum eru blivin fólkaogn.
Signar í Homrum hevur verið virkin tónleikari og sangskrivari í mong ár, har hann spældi nógv ár við bólkinum Kjølum. Seinnu árini hevur hann verið sangari í bólkinum Rox samstundis sum hann hevur staðfest sína støðu sum solistur.
Signar spælir saman Henningi Nicodemussen og John Johansen, og teir fara uttan iva at fáa alla fjøldina at syngja við á Okkara Tórsfest 2018.
Vænta nógv fólk
Forsølan til Tórsfest hevur gingið sera væl og eftir henni at døma, verða nógv fólk á Okkara Tórsfest 2018. Komandi tíðina verða enn fleiri nøvn kunngjørd, sum fara at spæla. Talan er um bæði útlendsk og føroysk nøvn.
Atgongumerki til Okkara Tórsfest 2018 fáast í Fast-handlunum kring landið, Power í SMS, Kunningarstovuni í Steinatúni og á ebillett.fo.