Signar er stóri spurningurin

U-21 landsliðið: Fyri einum stórum mánað avloysti Bergur J. Poulsen, tá ið Signar á Brúnni noyddist skaddur av vøllinum

Gullbrandur Øregaard, sum spælir við Sandnes ULF í Norra, er fastur maður á miðvøllinum
Jóannes Hansen
17. oktober 2023 kl. 16:06

Klokkan 19 fer føroyska U-21 landsliðið á Estadi Nacional vøllin í Andorra. Hetta er onnur ferðin í ár, at Føroyar og Andorra fara at hittast í EM undankappingardysti. Fyrra ferðin var fríggjadagin 16. Juni, tá ið úrslitið í Klaksvík var 2-2. Ta ferðina legði Jørgen Nielsen Føroyar á odda við brotssparki í 13. minutti, og ta ferðina var tað innskifti Gutti Dahl-Olsen, sum eitt stórt korter undan leikloki javnaði til 2-2.

Dysturin í Klaksvík í juni var tann fyrsti í hesi EM undankappingina, og hann var tann fyrsti hjá nýggja liðnum og venjaranum Eyðuni Klakstein og hjáparvenjaranum Atla Gregersen.

2-2 á heimavølli ímóti Andorra kendist ikki sørt av vónbroti, men síðani hava Føroyar í heyst vunnið 3-2 á útivølli ímóti Hvítarusslandi, og tað var spenningur til  síðsta bríksl á heimavølli, tá ið Føroyar pressaðu fyri at javna til 3-3 ímóti Kroatia, sum í síðstu løtu staðfesti 4-2 sigur.

– Vit hava fingið eina góða byrjan upp á hesa undankappingina, og nú fara vit eftir tí góða úrslitinum í Andorra, segði Eyðun Klakstein fyrr í dag við heimasíðuna hjá FSF, og hann legði aftrat:

– Umstøðurnar her í Andorra eru góðar, og fyrireikingarnar hava gingið væl. Okkara spælarar eru eisini væl fyri, so nú skulu vit bara hugsavna okkum um sjálvan dystin, og vónandi hava vit stig í viðførinum tá vit koma heim aftur. Tað er í øllum føri tað, ið vit fara eftir.

Tá ið Føroyar 12. september taptu 4-2 í Klaksvík ímóti Kroatia, noyddist vongverjin í høgru, Signar á Brúnni, av vøllinum longu í 27. minutti. Hann var skaddur í økslini, og nýggjur vongverji í høgru var Bergur J. Poulsen úr EB/Streymi.

Síðani 12. september hevur Signar á Brúnni ongantíð verið á besta liðnum hjá Víkingi. Skaðin í økslini er orsøkin til tað. Tá ið 1. deildarliðið hjá víkingi næstsíðsta leygardag hevði vitjan av KÍ, var Signar á Brúnni millum teir fyrstu ellivu, og hann var á vøllinum í ein tíma.

Liðið fer í kvøld ivaleyst at líkjast nógv tí, sum 12. september spældi í Klaksvík:

Ari í Haraldsstovu Petersen – Elias Rusborg, Áki Johannesen, Børge Petersen – Signar á Brúnni/Bergur J. Poulsen, Noah Mneney,  Gullbrandur Øregaard, Ási Dam – Áki D. Samuelsen, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson

Í seinna hálvleiki ímóti Kroatia avloysti Heini Sørensen beinanvegin eftir steðgin Olaf Bárðarson, og eitt korter undan leikloki varð Gutti Dahl-Olsen skiftur inn fyri Elias Rusborg.