Signa Vár fer til Fraklands at svimja

Tá ið hon royndi seg fyri fýra árum síðani, kom hom heim við heili níggju heiðursmerki

Tóra Norðgerð ferðaleiðari, vinstrumegin, og Signa Vár
Áki Bertholdsen
5. juni 2023 kl. 11:40

Hesa vikuna verða Virtus Global Games hildnir í Vichy, Fraklandi. Hetta eru leikir har úrvalsítróttarfólk við menningarórógvi, kappast. Og tað verður Signa Vár Dávadóttir, sum skal umboða Føroyar í kappingini.
Hetta er sætta ferðin at Virtus Global Games eru og hetta er aðru ferð at Signa Vár Dávadóttir er við.
Fyri fýra árum síðani, tá ið leikirnir vóru í Brisbane, Avstraliu, var Signa Vár í toppformi, og kom heimaftur við heili níggju heiðursmerkjum.
Signa Vár svimur í klassa II-3 sum er fyri fólk við vanligum intelligensi men sum hava okkurt slag av autismu.
Kappingarnar hjá Signu Vár byrja í dag, og halda fram alla vikuna og tað ber til at fylgja við á á www.gg2023.org