Sigldi á land - flotnaði aftur sjálvur
Eingin vandi var á ferð, sigur løgreglan
Áki Bertholdsen
14. november 2024 kl. 07:53
Mitt í nátt, klokkan 03.27, sigldi ein útróðrarbátur á land beint sunnan fyri bygdina í Norðdepli.
Bæði Brimil, bjargingarbáturin, Ziska, og løgregla fóru á staðið, men áðrenn nakað tiltak varð sett í verk at bjarga bátinum, fór at fløða og tá loysnaði hann av sær sjálvum.
Løgreglan sigur, at báturin sigldi sjálvur inn á Hvannasund og har fóru kavarar niður at kanna bátin, men hann fekk ongan skaða.
Tríggir mans vóru við bátinum og teir fingu heldur ongan skaða. Teir høvdu verið út at rógva, og løgreglan veit ikki, hví teir sigldu á land, men tey hava staðfest, at rúsdrekka var ikki upp í.
Annars hevur tað verið av bera friðarligt hjá løgregluni, bæði í gjár og í nátt.