Manchester City manglaði fleiri verjuleikarar og sóu øgiliga álopssinnaðir út á liðuppstillingini, tá dysturin móti Manchester United byrjaði kl. 14.00 í dag, og tað var hugsandi, at útiliðið fór at hótta við snarálopum í umstillingini móti óroyndu verjuni hjá Guardiola.
United kom á vitjan hjá grannunum við fýra sigrum á rað, harímillum á Liverpool og oddaliðnum Arsenal, men City setti seg beinanvegin á dystin og skapti stórar møguleikar, áðrenn Phil Foden fekk hol á longu í 8. minutti. Síðan komu tvey upplegg frá Kevin de Bruyne og tvey mál frá Erlingi Haaland, áðrenn Foden eisini fekk sær eitt mál afturat beint fyri hálvleik, so at City hevði eina trygga 4-0 leiðslu við sær í steðgin.
Eitt korter inni í seinna hálvleiki skoraði nýggi brasiliumaðurin hjá United, Antony Santos, eitt flott langskotsmál, men tað munaði lítið, tí stutt eftir skoraði Haaland sítt triðja mál, og beint aftan á fekk eingilskmaðurin Phil Foden eisini sítt triðja mál. Tvífalt hattrick, og City eru heilt einfalt bara best.
Anthony Martial varð skiftir inn í seinna hálvleiki eftir at hava verið skaddur alt kappingárið og pyntaði upp á úrslitið við tveimum málum seint í dystinum, men sigurin var ongantíð í vanda.
City vann 6-3 á United. Síggj málini her.