Vernd hevur fingið nýggjan deildarleiðara. Talan er um Siggu Jacobsen, sum er nýggi deildarleiðarin.
Hon hevur verið í starvi á Umhvørvisstovuni síðan 2018, har hon hevur verið samskipari fyri norðurlendska bólkin um lívmargfeldi.
Uppgávan hjá Siggu verður millum annað, at tryggja arbeiðið innan náttúru- og umhvørvismál. Hetta verður gjørt við støði í umhvørvisverndarlógini, havumhvørvisverndarlógini, parti av elveitingarlógini og viðkomandi kunngerðum.
Deildin virkar fyri at fyribyrgja og avmarka dálking frá virkjum og virksemi, eitt nú ídnaði, aling, skipum og øðrum virksemi á landi og á sjónum. Í visjón fyri deildina verður millum annað lagdur dentur á at fremja burðardygga framleiðslu og at varðveita margfeldið í náttúruni, umframt at gera uppskot til lógir og kunngerðir og luttaka í norðurlendskum og altjóða samstarvi innan fyrisiting, gransking og menning á náttúru- og umhvørvisøkinum.
Deildin Vernd arbeiðir við náttúru- og umhvørvismálum í breiðum høpi við støði í umhvørvisverndarlógini, havumhvørvisverndarlógini, parti av elveitingarlógini og viðkomandi kunngerðum. Eitt nú við at veita umhvørvisgóðkenningar til dálkandi virkir og at hava eftirlit við teimum, viðgera árinsmetingar, viðgera spillivatnsætlanir hjá kommunum og saman við kommununum at samskipa fyribyrging og týning av rottu. Vernd ger eisini uppgerðir av útláti av vakstrarhúsgassi fyri Føroyar umframt gransking og skráseting av dálkandi evnum í náttúruni. Deildin luttekur í lógararbeiði saman við ráðnum og samskipar norðurlendskt arbeiði innan náttúruvernd.
Á deildini starvast 12 starvsfólk.
Kelda: Umhvørvisstovan