Sigfríður Clementsen nýggjur venjari hjá EB/Streymi

Í gjár boðaði EB/Streymur frá, at felagið hevur gjørt tvey ára sáttmála við 49 ára gamla Sigfríða Clementsen

(Mynd: ebstreymur.fo).
Kristian Waag Dam
29. desember 2022 kl. 11:20

Í gjár boðaði EB/Streymur frá, at felagið hevur gjørt tvey ára sáttmála við 49 ára gamla Sigfríða Clementsen. Sostatt verður tað Sigfríður Clementsen, ið næstu tvey kappingarárini skal venja besta mansliðið hjá felagsliðnum úr Sundalagnum.

Um nýggja venjaran skrivar EB/Streymur soleiðis á heimasíðu felagsins:

- Sigfríður er ein tann royndasti føroyski venjarin vit hava, og hevur vunnið mest sum alt sum kann vinnast í føroyskum fótbólti, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Sambært bolt.fo er Sigfríður Clementsen tann venjarin við nógv flest royndum í bestu føroysku mansdeildini í løtuni.

Sambært bolt.fo hevur Sigfríður Clementsen staðið á odda fyri einum liðið í bestu føroysku mansdeildini í 303 dystir. Samanlagt hava hinir níggju venjararnir bert 321 dystir sum høvuðsvenjarar í bestu føroysku mansdeildini ímillum sín.

Venjarar í Betri Deildini

Sigfríður Clementsen (EB/Streymur): 303 dystir

Jákup á Borg (B68): 125 dystir

Jóhan Petur Poulsen (Víkingur): 63 dystir

Dan Brimsvík (B36): 54 dystir

Michael Schjønberg (07 Vestur): 27 dystir

Aleksandar Jovevic (ÍF): 23 dystir

Dalibor Savic (HB): 17 dystir

Henrik Larsen (AB): 12 dystir

Magne Hoseth (KÍ): 0 dystir

Dan Jensen (TB): 0 dystir

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Sigfríður Clementsen er høvuðsvenjari hjá EB/Streymi. Bæði í 2008 og í 2009 var hann høvuðsvenjari í felagnum. Við Sigfríða Clementsen á odda vann EB/Streymur greipuna í 2008, og í 2009 endaði felagið á einum silvurplássi í bæði landskappingini og í steypakappingini.

EB/Streymur endaði hetta kappingarárið á fimta plássið við 35 stigum.