Siga farvæl í høllini á Hálsi

Fyrsti dysturin í nýggju EM undankappingini verður tann síðsti í høllini á Hálsi, áðrenn tað verður flutt í nýggju stórhøllina

Jonhard Hammer
6. november 2024 kl. 16:37

Klokkan 19 í kvøld verður fyrsti dystur í nýggjar EM undankapping í hondbólti fyri menn. Málið við hesi undankappingini er at vinna seg í EM endaspælið, sum í januar 2026 verður í Danmark, Svøríki og Norra.

Mótstøðuliðið er Kosovo, og dysturin er serligur á tann hátt, at hetta verður síðsti landsdysturin í høllini á Hálsi. Har hava landsdystirnir verið spældir, síðani høllin í 1970 ella fyri meiri enn 54 árum síðani varð tikin í nýtslu. Næsti EM undankappingardysturin verður í mars, og tá verður heimavøllurin í høllini við Tjarnir í Hoyvík.

Áhugin fyri landsliðnum, sum í januar fyri fyrstu ferð var við í EM endaspæli í Týsklandi, er ógvuliga stórur. Tað sást millum annað í, at atgongumerkini til dystin í kvøld vórðu seld eftir lítlari løtu.

Umframt Føroyar og Kosovo eru Niðurlond og Ukraina í bólkinum. Fyrsti dysturin í nýggju høllini verður á grækarismessu í 2025 ímóti Niðurlondum.

Í kvøld verða Føroyar roknaðar at vera favorittur ímóti Kosovo. Føroyar vunnu í 2015 og 2017 Challenge Trophy kappingina. Tá var Kosovo millum mótstøðuliðini, sum Føroyar vunnu ímóti, og avrikini og úrslitini síðani hava víst, at menningin hevur verið stór í føroyskum hondbólti og landsliðshondbólti.