Í kvøld verður ein dokumentarfilmur um Kim Wall-málið, ið lýsir síðstu tíðina hjá henni, áðrenn hon fór umborð á kavbátin Nautilus, har hon sambært ákærumyndugleikunum varð illa viðfarin, dripin og tikin sundur.
Dokumentarurin er millum annað bygdur á upplýsingum frá danska sjeikinum hjá Kim Wall, skrivar danska TV2.
Sjeikurin fortelur, at hann og Kim Wall høvdu bjóðað nøkur vinfólk til fráfaringarveitslu á Refshaleoynni, eftirsum at tey bæði skuldu flyta til Kina saman.
Fyrsti gesturin varð júst komin, tá Kim Wall brádliga fekk eini boð frá Peter Madsen. Hon hevði í vár í fjør samskiftað við hann fyri at gera eina reportagu um arbeiði hansara. So vítt sjeikurin visti, hevði Kim Wall einki hoyrt frá Peter Madsen aftur fyrr enn tað kvøldið í august. Peter Madsen bað hana koma at drekka ein kopp av kaffi við sær á verkstaði hansara. Hann bjóðaði at stilla upp til eina samrøðu sama kvøldið umborð á kavbáti hansara.
Kim Wall spurdi sjeikin hjá sær, hvat hon skuldi gera. Skuldi hon velja samrøðuna framum veitsluna? Tey vóru samd um, at ein samrøða við Peter Madsen var ein góður møguleiki fyri at gera eina reportagu til eitt amerikanskt blað. Eisini tí at parið skuldu til veitslu fyri familjum teirra dagin eftir, áðrenn farið var til Kina. Kim Wall spurdi sjeikin hjá sær, um hann vildi við út at sigla við Nautilus. Hann umhugsaði tað, men gjørdi av at vera verandi saman við gestunum. Hann helt tað vera neyðugt, fyri at tey ikki skuldu sita einsamøll eftir. Kim Wall roknaði við at hon fór at vera burturstødd í nakrar fáar tímar, og at hon so kundi koma aftur til veitsluna.
Tá klokkan var uml. sjey um kvøldið, sóu sjeikurin og vinfólkini Kim Wall og Peter Madsen sigla framvið, og hon veitraði til tey. Tað var seinastu ferð tey sóu hana.
Næstu tímarnar fekk sjeikurin fleiri boð frá Kim Wall. Hon kendist ovurfegin um at sleppa at sigla við kavbátinum, og har var einki tekin um at nakað ræðuligt skjótt fór at henda. Seinni helt Kim uppat at samskifta við sjeikinum, og seinni útá kvøldið varð hann meira og meira bangin um hana. Klokkan 1.43 ringdi hann til løgregluna. Tá klokkan var 2.17 sendi hann boð eftir sjóverjuni.
Kim Wall og sjeikurin høvdu kennt hvønnannan í hálvtannað ár og høvdu verið par í ellivu mánaðum, tá hon doyði. Kim Wall var burturstødd ein stóran part av tíðini í samband við arbeiði hennara sum freelance tíðindafólk, men í mars mánaða í fjør fluttu tey saman.
Mikudagin, 16. august, bert seks dagar eftir, at Kim Wall fór út at sigla við Peter Madsen, átti hon at verið farin til Beijing. Sjeikur hennara átti av ymiskum orsøkum at vera farin dagin áðrenn. Tey høvdu longu leigað eitt hús í Beijing, og sjeikurin varð skrivaður inn á eitt universitet í býnum, meðan Kim Wall ætlaði at arbeiða víðari sum freelance tíðindafólk.
Peter Madsen er skuldsettur fyri at hava dripið og sundurpettað Kim Wall umborð á kavbátinum. Hann sigur seg ikki hava dripið hana, men ásannar, at hann hevur skorið líkið sundur.
Dokumentarfilmurin sæst á TV2 í kvøld klokkan 19.50 føroyska tíð.