Síðsta landsliðsúttøkan á hesum sinni verður mánadagin

Mánadagin 12. september klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, har hópurin til UEFA Nations League dystirnar móti Litava og Turkalandi verður kunngjørdur

(Mynd: Hans Erik Danielsen).
Kristian Waag Dam
11. september 2022 kl. 18:00

Mánadagin klokkan 10 fer A-landsliðsvenjarin, Håkan Ericson at kunngera hópin til síðstu dystirnar í verandi UEFA Nations League kapping, sum eru á útivølli móti Litava, og á heimavølli móti Turkalandi.

Hósdagin 22. september klokkan 19:45, føroyska tíð, spæla Litava og Føroyar á LFF Stadion í Vilnius, og sunnudagin 25. september, somuleiðis klokkan 19:45, spæla Føroyar og Turkaland á Tórsvølli.

Turkaland er greitt oddalið í bólkinum við fullum stigatali, meðan Luksemborg er nummar 2 við 7 stigum. Føroyar eru á 3. plássi við 4 stigum, sum eru komin í skjáttuna eftir 2-1 sigur á heimavølli móti Litava, og javnleik 2-2 á útivølli móti Luksemborg. Samlaði málmunurin hjá Føroyum er 4-8. Aftast í bólkinum er Litava, ið framvegis hevur fyrsta stigið til góðar.

Lutakastið til næstu EM-undankapping, sum er á skránni komandi ár, verður í Frankfurt sunnudagin 9. oktober. Sjálvt EM-endaspælið í 2024 verður í Týsklandi frá 14. juni til 14. juli.

Kelda: Hans Erik Danielsen