Síðsta grøvin grivin í kirkjugarðinum á Ziskatrøð

Fyrsta grøvin varð grivin í 1871, og tann síðsta 29. august í 2023

Jóannes Hansen
8. oktober 2023 kl. 13:31

Týsdagin 29. august í ár var jarðarferð úr Christianskirkjuni í Klaksvík. Soleiðis er tað so ofta. Men henda jarðarferðin var øðrvísi enn hinar nógvu tey seinastu árini. Hetta skal skiljast á tann hátt, at henda dagin varð ikki farið út í Grøv. Heldur varð gingið stutta teinin yvir í kirkjugarðin á Ziskatrøð á Gerðareiði.

Hetta var síðsta ferðin, at grøv varð grivin í kirkjugarðinum norðanfyri skúlan á Skúlatrøð. Síðsta grøvin varð grivin 152 ár eftir, at fyrsta grøvin varð grivin. Hans Andreas Sølvará sigur í Klaksvíkar søgu, at fyrsta grøvin varð grivin í 1871, tá ið Jóannes í Ánunum fór til gravar.

Í hesi 152 árini eru sambært upplýsing frá Jakobinu Joensen, sum vegna Klaksvíkar kommunu hevur ábyrgd av kirkjugarðunum í kommununi, 1327 gravir grivnar í hesum kirkjugarðinum.

Í 1866 og 1867 varð kirkjan á Gerðareiði bygt. Frammanundan høvdu kirkjurnar í Klaksvík verið í Vági. Tær stóðu í kirkjugarðinum, sum í Klaksvík verður nevndur Gamli kirkjugarður. Tað er mitt í býnum, har sum minnisvarðin yvir sjólætnar er, og har tað á hvørjum ári er samkoma allahalgannadag 1. november.

 Fyrstu umleið 40 árini eftir, at kirkjan á Gerðareiði varð bygt, varð grivið bæði í Vági og í nýggja kirkjugarðinum. Síðsta grøvin í kirkjugarðinum í Vági, Gamla kirkjugarði, var grivin í 1901. So var í eina hálva øld ella so bara grivið á Gerðareiði. Seinastu árini hevur tað verið alt longri millum, at gravir hava verið grivnar í kirkjugarðinum á Gerðareiði, og 29. august varð síðsta grøvin grivin.

 Tað var Edith Reines Kambsenni, sum fór til gravar. Maður hennara, Símun Pauli Reines, druknaði á sumri í 1960 og var grivin í kirkjugarðinum á Gerðareiði. Einasta plássið fyri grøv, sum nú var eftir, var fyri konu Símun Paula, og tí var Edith, ið rakk 93 árum, grivin har.

Fólkatalið í Klaksvík vaks nógv seinna partin av 1800 talinum og fyrra partin av 1900 talinum. Tá ið nýggj kirkja við kirkjugarði vórðu veruleiki, búðu tað færri enn 250 fólk í Klaksvík, umleið 1900 var fólkatalið tvífaldað – 500 – í 1930 var tað trífaldað til 1500, eitt sindur seinni enn 1950 var tað aftur tvífaldað til 3000, og tá ið nýggjur kirkjugarður í 1962 varð liðugur úti í Bug úti í Grøv og  Christianskirkjan vígd í 1963 var fólkatalið omanfyri 4000.

Tí var neyðugt fleiri ferðir at víðka kirkjugarðin. Soleiðis var tað fýra ferðir. Hans Andreas Sølvará sigur í Klaksvíkar Søgu, at tær fyrstu ferðirnar var hetta pliktarbeiði.

Í 1910 var arbeiðið liðugt at víðka kirkjugarðin í ein útnyrðing. Tað er oman ímóti Sparikassanum. Har eru tey flestu grivin, sum doyðu tíðarskeiðið fram til 1930.

Í 1933 helt kommunustýrið, at tað var neyðugt at gera nýggjan kirkjugarð. Umhugsað varð, at kirkjugarðurin skuldi vera á Gerðareiði, eystanfyri har Heygabúðin er. Árið eftir, tá ið heimskreppan var farin at síggjast í kommunukasanum í Klaksvík, hevði kommunan av peningaligum ávum slept ætlanini at gera nýggjan kirkjugarð, sigur Hans Andreas Sølvará í Klaksvíkar søgu.

Í 1934 varð kirkjugarðurin víðkaður í ein útsynning, og í hesum partinum eru tey grivin, sum doyðu í fjøritunum. Eitt nú teir eingilsktmenninir, sum í 1941 fórust við Jólaskipinum, sum tað var nevnt, og sum skolaðu upp á land á Eiðinum í Svínoy.

Kirkjan vendi eystur og vestur, og upprunaliga var kirkjugarðurin paralellur við kirkjuna. Eftir at hann varð víðkaður í 1930unum var garðurin paralellur við Skúlavegin soleiðis, sum hann framvegis er.

Aftur í 1940unum var neyðugt at víðka kirkjugarðin. Tá varð hann víðkaður við landssynningshorninum, sum er ímóti gomlu fimleikarahøllini. Tá varð kirkjugarðurin paralellur við Ziskagøtu, sum gongur niðan sunnaru megin kirkjugarðin.

Síðsta ferðin, at kirkjugarðurin varð víðkaður var umleið 1950. Tá var tað í landnyrðingshornið, sum er ímóti býlinginum á Ziskatrøð, og tað var har, at síðsta grøvin í hesum kirkjugarðinum varð grivin 29. august í ár – 152 ár eftir at fyrsta grøvin varð grivin í hesum kirkjugarðinum.

Kirkjan, sum var bygd í 1866-1867, varð tikin niður í 1968.

Myndin er tikin millum 1924, tá ið Nýggi Skúli stóð liðugur, og í 1934 tá kirkjan varð bygd út