Tað er torført at spáa um framtíðina, og tað er ógvuliga torført at spáa um framtíðina í fótbólti. Tað verður aftur og aftur staðfest, og eisini tá ið tað snýr seg um føroyska fótbóltslandsliðið er tað skjótt hvønn vegin.
Sunnukvøldið 25. september í 2022 var tað øgiligur fagnaður á Tórsvølli, tí Føroyar høvdu vunnið EM undankappingardyst ímóti favorittunum úr Turkalandi. Úrslitið var 2-1 eftir málleysan fyrra hálvleik.
Viljormur Davidsen og Jóan Símun Edmundsson løgdu tíðliga í seinna hálvleiki Føroyar framum 2-0, og ein minutt undan leikloki minkaði Turkaland um munin.
Hetta var størsta úrslitið hjá Håkan Ericson sum venjara, og tá luktaði tað av, at tað kundi fara at verða heilt spennandi, men tað hevur ikki gingið soleiðis, sum tey bjartskygdu vónaðu og hildu seg hava realistiska orsøk at droyma um.
Síðani hava Føroyar spælt 16 landsdystir. Úrtøkan er ein sigur – 4-0 í vinadysti ímóti Liktinstein 22. mars í ár – tveir 1-1 javnleikir í vinadysti í Kosovo 19. november í 2022 og í EM undankappingardysti í Moldova 24. mars í 2023.
13 ferðir er føroyska liðið í fjør og í ár farið av vøllinum við ongum, og samlaði málmunurin er 8 – 29.
Í kvøld taptu Føroyar 1-0 ímóti Lettlandi í dysti um bronsuplássið í Baltic Cup. Hetta var sætta ferðin, at Føroyar og Lettland dystaðust. Í teimum fimm undanfarnu dystunum endaðu fýra við javnleiki, Føroyar vunnu í 2016 2-0 í EM undankappingardysti á útivølli, og í kvøld endaði tað fyri fyrstu ferð við føroyskum tapi ímóti Lettlandi.
Ein av orsøkunum til, at úrslitið í kvøld var so nógv øðrvísi, enn tað var í september 2022, tá ið tað endaði við heimasigri ímóti Turkalandi, er, at manningin í kvøld var heilt øðrvísi, enn hon var ta ferðina fyri skjótt tveimum áum síðani.
Ímóti Turkalandi á Tórsvølli 25. september 2022 sá føroyska liðið soleiðis út:
Teitur Matras Gestsson – Gunnar Vatnhamar, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen – Gilli Rólantsson Sørensen, Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen (Mads Bo Mikkelsen, 57.), Jákup B. Andreasen, Meinhard E. Olsen (Patrik Johannesen, 94.) – Jóan Símun Edmundsson (Klæmint A. Olsen, 72.), Jóannes Bjartalíð
Í kvøld vóru bara tveir av hesum millum teir fyrstu ellivu – Viljormur Davidsen og René Shaki Joensen, og tað kostar. Odmar Færø hevði leikbann ta ferðina í 2022, og Brandur H. Olsen var skaddur.
Sjálvandi eiga skiftingar at vera so við og við, men føroyska liðið tolir ikki, at skiftingarnar eru so nógvar, sum tær hava verið síðsta stóra árið.
Í kvøld gekk tað soleiðis fyri seg í Lettlandi:
Lettland – Føroyar 1-0 (0-0)
1-0: Ciganiks 50.
Baltic Cup
Dystur um 3. plássið
Týsdagin 11. juni kl. 19.00 á Daugava Liepäja í Liepäja
Dómaratrio úr Estlandi: Kristo Tohver, Neeme Neemlaid og Aron Härsing
Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jann J. Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Arnbjørn Svensson (Patrik Johannesen, 82.), Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen – Pætur J. Petersen (Meinhard E. Olsen, 57.), Hanus Sørensen (Daniel Johansen, 66.), Stefan Radosavlevic (Noah Mnenéy, 66.), Adrian Justinussen (Petur Knudsen, 57.) – Klæmint A. Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 57.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Silas Eyðsteinsson, Jóannes K. Danielsen, Ragnar Samuelsen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Samuel Johansen Chukwudi
Gult kort: René Shaki Joensen
Venjari: Håkan Ericson
Hjálparvenjari: Eli Hentze