SÍ var eirindaleyst ímóti Mjølni

Polestar-deildin (menn): Mjølnir – SÍ 0-3 (17-25, 13-25, 18-25)

Flogbóltssamband Føroya
6. oktober 2024 kl. 23:38

Eftir at tað hevði leikað javnt á til 10 í fyrsta setti, gjørdi gjørdi SÍ eitt skarvslop og fór frá 11-10 upp á 19-12, og so var hetta settið komið undir land.

Í øðrum setti dragnaði alt fyri eitt millum liðini, og SÍ legði seg á odda 11-5 og 15-7, áðrenn settið varð vunnið 25-13.

Sama gongdin var frá byrjan í triðja setti, har SÍ legði seg á odda 6-1 og 8-3, men Mjølnir gjørdi ein vørr og minkaði um munin niður í bara eitt stig og kom upp á 9-10. Tað var tó til fánýtis, tí SÍ táttaði í aftur og fór framum 13-9 og 17-11, áðrenn settið var vunnið 25-18.

Annar av nýggju kanadiarunum hjá Mjølni, leikandi venjarin Michael Rowsell, var við fyri fyrstu ferð, men í dag gjørdi hann ikki tær heilt stóru skreytirnar, men tað gjørdi fáur á Mjølnir-liðnum, sum annars var væl mannað, tó at Jóhan Arni Elisson Wang ikki var við.

SÍ var nógv sterkari á øllum plássum í dag  og verður uppaftur sterkari, tá póllendingarnir Matt Pazgan og Jakub Madej eru tøkir. Men helst býr meira í Mjølni, enn tað vit sóu í dag, og liðið hevur góða tíð at finna tað fram til næsta dyst, tí hann verður ikki fyrr enn 3. november, tá Mjølnir vitjar í Fuglafirði.


Fleyr – Ternan 3-0 (25-13, 25-16, 25-14)
Tað tók undir ein tíma hjá Fleyr at vinna 3-0 á Ternuni, sum bara í lítla løtu í øðrum og triðja setti megnaði at geva eitt sindur av mótstøðu.

Í fyrsta setti legði Fleyr seg á odda 10-1, áðrenn settið varð vunnið 25-13. Í øðrum setti fylgdi Ternan so dánt við fyrstu løtuna, so tað var ikki verri enn ilt, men so líðandi vaks munurin úr fýra, fimm upp í tey níggju, sum vóru á muni, tá settið endaði 25-16.

Í triðja setti var Ternan komin upp á javnt til støðuna 7-7, men alt fór fyri mutur og skutur, tá Fleyr gjørdi eitt hál upp á 10 stig á rað og legði seg á odda 10-7. At enda vann Fleyr 25-14.

Støðan í Polestar-deildini:

Nr.

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

2

5

6

2

Mjølnir

3

2

6

3

Fleyr

3

2

5

4

ÍF

2

-3

1

5

Ternan

2

-6

0