SÍ – Fleyr 3-0 (25-17, 25-19, 25-14)
SÍ hevði fleiri streingir at spæla uppá, ikki minst servurnar, og tá so móttøkurnar hjá Fleyr vóru sum ein poppkornmaskina har bóltarnir fóru í allar ættir, gjørdist tað ov lætt hjá SÍ at vinna síni álop.
Fleyr fylgdi so dánt við í fyrsta setti til 15-16, men fimm servur seinni frá albansku Saru Hasku var støðan 21-15 til SÍ, sum vann settið 25-17.
Gongdin var nakað tann sama í øðrum setti. Eftir at hava verið aftanfyri 12-7, javnaði Fleyr til 16-16 og 19-19, men gleðin var stokkut, tí við hópin av mistøkum frá Fleyr var tað sum um, at alt hevði verið til onga nyttu, tí Fleyr vann einki stig aftrat í settinum, sum SÍ vann 25-19.
Droymdi nakar um at Fleyr skuldi koma afturíaftur í triðja setti, so var tann vónin sløkt alt fyri eitt tá SÍ legði seg framum 6-0 eftir seks servur frá Ingu Helenu Henriksen, sum fyri stuttum er komin aftur á SÍ-liðið eftir skaðasteðg. Leikbrá bøtti einki um støðuna, sum gjørdist 11-2, og so var bara spurningur um hvussu nógv SÍ fór at vinna. Fjórða dystarbóltin langaði Svitlana Shvanska í blokkin hjá Fleyr og út til 25-14 sigur.
Sara Hasku varð vald til dagsins leikara hjá SÍ, og hjá Fleyr varð Iuliia Kuvshinova vald til dagsins leikara.
Hetta var fjórða steypafinalan í fimm ár, sum SÍ vann. Í fjør tapti SÍ 3-1 fyri júst Fleyr. Ikki síðani 2016 hevur eitt lið vunnið steypafinaluna 3-0. Tá var tað Fleyr sum vann 3-0 á SÍ.