SÍ vann lættliga á Mjølni

Hotel Djurhuus-deildin (kvinnur): SÍ - Mjølnir 3-1 (25-14, 25-16, 14-25, 25-13)

Flogbóltssamband Føroya
6. oktober 2024 kl. 23:43

Hóast Mjølnir flongdi SÍ í triðja setti, so sigur tað ikki nógv um dystin í dag, sum SÍ vann uttan himpr.

Eftir 25-14 í fyrsta setti, hevði SÍ ikki minni enn 15 settbóltar í øðrum setti, men tær í Mjølni vóru knáar hesa løtuna, tí tað var ikki fyrr enn við tí áttanda settbóltinum, at SÍ endiliga tryggjaði sær settið 25-16.

Góða gongdin hjá Mjølni helt fram, og SÍ fekk ein ordans avsmurning upp á 25-24 í næsta settinum.

SÍ kom tó aftur á beint í fjórða setti og legði seg á odda 10-3 áðrenn settið var vunnið 25-13.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

Fleyr

2

5

6

2

5

6

Mjølnir

2

1

3

TB

2

0

3

KÍF

2

-5

0

Dráttur

2

-6

0