SÍ vann fimm steypafinalur
Bónuskappingin kvinnuunglingar SÍ-Mjølnir 2-0 (25-9, 25-16)
Flogbóltssamband Føroya
25. februar 2024 kl. 18:45
SÍ vann Bónuskappingina fyri kvinnuungligar ímóti Mjølnir. Talan bleiv ongantíð um ein veruliga spennandi dyst.
SÍ luttók í 6 av finalunum í Bónuskappingini, og við sigrinum hjá kvinnuunglingunum tók SÍ 5 sett av gullheiðursmerkjum og steypum heimaftur við til Sørvágs.
Ikki kann sigast annað enn, at Christiano R. Campos, venjari hjá SÍ, hevur hildið á, har sum Rajko Petrovic slepti.
SÍ vann fyrsta sett greitt, men í øðrum setti var Mjølnir betri við og meira spenningur var í hesum settinum. Tó kom Mjølnir ongantíð nærhendis eini hóttan av sigrinum hjá SÍ.
Dagsins leikari var Sofía Weihe Simonsen úr SÍ.