SÍ stóð trýstroyndina og vann á Fleyr

SÍ vann 3-1 móti Fleyr í steypakappingini hjá monnum

(Mynd: SÍ)
Tíðindaskriv
13. januar 2023 kl. 09:35

(Steypakappingin, menn):

SÍ – Fleyr 3-1 (25-16, 25-11, 17-25, 25-23)
Eftir at SÍ hevði vundið burtur úr Fleyr í teimum báðum fyrstu settunum við 25-16 og 25-11, kom Fleyr fyri seg í triðja setti og vann 25-17, og javnbrótarin hómaðist, tá Fleyr legði seg á odda 13-10 í fjórða setti, men SÍ javnaði til 13-13. Hesa løtuna sóu vit fjølbroytt spæl, við finessum og smartum hevingum.

Fleyr legði seg framum aftur við tveimum, áðrenn SÍ smeyg sær framvið aftur og legði seg á odda 19-17. Leikandi venjarin hjá Fleyr, Phil Freere javnaði aftur til 20-20 við dundursmassji og avsetti, sum fáir gera honum eftir. Men SÍ stóð stint, og legði seg á odda 23-20. Fleyr nærkaðist enn eina ferð, og kom upp á 22-23, men SÍ vann sær tveir dystarbóltar við sínum næsta stigi til 24-22. Fleyr yvirlivdi tann fyrra við dundursmassji frá Róa Hentze, men so kom SÍ við mønustinginum tá hevingin hjá Fleyr lá heldur aftarlaga, og Rói varð noyddur at lobba upp um blokkin, men har strekti Tóki í Haraldstovu seg og fekk labban á bóltin, og niður í gólvið hjá Fleyr til 25-23.

Ein annar dystur varð eisini spældur. Hann var millum Mjølnir og ÍF, ið Mjølnir vann 3-1.

Mjølnir – ÍF 3-1 (25-16, 21-25, 25-14 og 25-17)
Mikukvøldið vann Mjølnir tryggan 3-1 sigur á ÍF, sum kennir sviðan av, at Philip Ilic og Vukasin Nedeljkovic ikki eru tøkir, eftir at teir meiðslaðu seg í dystinum ímóti SÍ sunnudagin. Men heldur ikki Mjølnir var fullmannað, tí Steffan Rosenlund er skaddur, og Páll Heðin í Grund var sjúkur. Hetta gav teimum ungu Ólavi Johannesen, Hørði Joensen og Petur Martini Bertholdsen meira spælitíð, og teir komu væl frá uppgávuni. Haraftrat spældi Cristian Barrios úr Kolumbia sín fyrsta dyst fyri Mjølnir. 

Støðan í bólkaspælinum:

Lið: Dystir/Stig
SÍ: 2 / 5
Fleyr: 2 / 3
Mjølnir: 1 / 3
ÍF: 2 / 1
Ternan: 1 / 0

Fýra tey ovastu liðini koma í hálvfinaluna.

Steypakappingin, kvinnur – bólkur 2:
SÍ – Dráttur 3-0 (25-15, 25-12, 25-22)
Mikukvøldið var oyggjaruppgerð í Sørvági, har oddaliðið í landskappingini, SÍ, tók ímóti Drátti. Hetta var eisini sjónligt á vøllinum tann stíva tíman, SÍ brúkti at vinna 3-0.  

Úrslitið ber við sær, at Dráttur, sum einki stig hevur, ikki hevur møguleikan at vinna seg í fjórðingsfinaluna. Leygardagin tekur Dráttur ímóti Ternuni, sum helst skal vinna, um tær skulu í hálvfinaluna.